Kunnu vænta eitt gott haruár

Tey, ið fara á haruveiðu komandi tíðina, kunnu vænta sær nakrar góðar túrar, tí fleiri staðni í landinum verður sagt frá, at nógv hara er at síggja

Fríggjadagin 2.november er aftur loyvt at skjóta harur, og ymiskt bendir á, at tað er nógv til av haru í ár. Ofta verður sagt, at hevur várið og summarið verið gott, er minni av haru til, men sambært náttúrufrøðinginum, Jens Kjeld Jensen, fer hetta ikki at halda í ár.

- Tað skuldi ikki undrað meg, um hetta verður eitt gott haruár. Fólk hava sæð rættiliga fitt av haru, hóast vit hava havt eitt gott summar, sigur Jens Kjeld Jensen.


Nógv hara at síggja

Orsøkin til at eitt gott summar ofta verður sett í samband við eitt vánaligt haruár er, at í góðum veðri leggur haran ungar úti, og tá er ikki óvanligt, at ravnur tekur fleiri ungar. Hinvegin, eru várið og summarið vát, leggur haran inni, og fleiri ungar yvirliva.

Tað er torført at siga við vissu, hvussu stovnurin er fyri, áðrenn sjálv veiðutíðin er byrjað, men í Vestmanna, Trongisvági og í Norðoyggjum rokna tey við einum góðum haruári.

- Vit rokna við at fáa nokkso væl av harum í ár, tí tað sær út til, at nógv er komið undan, sigur Niels T. Pedersen úr Vestmanna. Seinasta ár fingu hagarnir nøkulunda tað sama sum undanfarnu ár, og sambært Niels T. Pedersen vænta vestmenningar, at hetta árið verður lítið øðrvísi.

Í Trongisvági hava menn í Klappjaktini niðurskrivað hagtøl um tal á harum, vekt og kyn síðani 1981, og sambært Halli av Heiðunum, formaður í Klappjaktini, er stovnurin blivin betri og betri fyri frá 1990unum.

- Vit hava sæð ein vøkstur í harustovninum líka síðani einaferð í 90unum. Árið í fjør var eitt lítið vet slakari, enn tað plagar at vera, men tað hevur verið nógv hara at sæð higartil í ár, so tað boðar frá góðum, sigur Hallur av Heiðunum, sum sjálvar hevur skotið harur í 30 ár.

Í Klappjaktini hevur ymiskt verið gjørt fyri at økja um stovnin. Limirnir í felagnum hava javnan gjørt nøkur setur, og harafturat hava ravnafellur eisini verið brúktar.

Í einum av teimum heilt góðu hagunum, sum er á Skálatoftum, hava Jákup Pauli Johannesen og einir seks aðrir mans eisini eitt slag av klappjakt. Í fjør fingu teir 200 harur, og tað verður mett at vera eitt gott haruár, hóast teir onkuntíð hava fingið upp í 270.

- Til tær báðar fyrstu løgurnar var turt veður, men til ta triðju seint í august var vátari, so møguliga er mest komið undan tá, greiðir Jákup Pauli Johannesen frá og leggur afturat, at rættiliga fitt av haru hevur verið at sæð í Norðoyggjum seinastu tíðina.


Veðrið ávirkar

Veðrið hevur stóra ávirkan á, hvussu haran sjálv er fyri. Serliga er tað frostur og kavi, ið er ringt fyri haru.

- Veðrið hevur ógvuliga stóra ávirkan á, hvussu haran er fyri. Ringast er um veturin, um frostur er, og stórkavi legst, tí tá fær haran stórt sæð onga føði, og tað ávirkar sjálvandi, greiðir Jens Kjeld Jensen frá. Hann heldur, at vektin á seyðunum í ár kundi týtt uppá, at haran eisini er væl fyri.

- Næstan allastaðni kring landið hoyra vit, at seyðurin hevur vigað væl meira enn væntað, og tí kann tað hugsast, at harurnar eisini eru væl fyri í ár, sigur Jens Kjeld Jensen.


Veðrið á sjálvum veiðudegnum er eisini av stórum týdningi. Fríggjadagin sigur hann frá hvøssum vindi av suðri og nakað av ælingi og kava.

- Fyri okkum er best, um tað er høgætt, norðan og turt. Er hetta ikki veðrið tann dagin, so verður ikki farið avstað, sigur Hallur av Heiðunum. Verður veðrið hampiligt fríggjadagin, fara teir væntandi einir 17 mans á ársins fyrstu haruveiðu hjá Klappjaktini.

Í Vestmanna vænta teir heldur ikki besta veðrið fríggjadagin.

- Sum nú er, sær tað ikki so lovandi út. Tað liggur nakað av kava, og tað er til fyrimuns fyri teir, sum ganga í teimum lágu hagunum, sigur Niels T. Pedersen. Hann er við í Miðalsbrekkufelagnum, ið telur 21 menn.

Harumenninir á Skálatoftum vóna eisini, at veðrið verður gott fríggjadagin, tí hagin hjá teimum er heldur óhøgligur, og dagurin er ofta langur, tá teir fara at skjóta harur.

- Veðrið má verða nøkulunda. Helst ikki ov vátt og hampiligt gongi, sigur Jákup Pauli Johannesen.