Kunnu uppliva norðurlendsk jól í Reinsarínum

(Rás2) Hoyr Inga Samuelsen, skrivara í Norrøna Felagnum greiða frá norðurlendska jólahugnanum, sum verður í Reinsarínum í morgin.

 

 

 

Leygardagin 9. desember skipar Norrøna Felagið saman við norðurlendingum í Føroyum aftur fyri eini norðurlendskari jólahugnaløtu í Reinsarínum í Tórsgøtu.

 

Tað verður angin og smakkurin av norðurlendskum jólum, ið verða sett í hásæti. Frá klokkan 11 til 15 fara herbúgvandi finnar, svenskarar, danir, norðmenn, íslendingar og grønlendingar at royna at fáa tað at anga av jólum, sum tey minnast tað frá heimlandinum. Fleiri smakkiroyndir við tilsipingum til norðurlendsk jól verða eisini at fáa. So um fólk kundu hugsað sær at smakka grønlendskar palaannguit, finska julskinka, svenskar lusekatter, norsk jólakræmarhús ella íslendskt hangikjöt, so býðst høvið í morgin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Inga Samuelsen, skrivara í Norrøna Felagnum greiða frá serliga tiltakinum, sum verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen gjørdu samrøðuna. 

 

Tiltakið í Reinsarínum er fyri øll, og tað er ókeypis.