Kunnu tryggja sær uppflyting

Hondbóltsfelagið Tjaldur kann í dag spæla seg upp í SunSet deildina!

Um liðið vinnur á Neistanum í kvøld kl. 19:00, kann Neistin bert koma ájavnt í stigum við Tjaldur, og tí vinnur Tjaldur, sum hevur vunnið fleiri dystir sínámillum. Um Tjaldur ikki vinnur í kvøld, so mugu tær vinna tveir av teimum fimm írestandi dystinum sum eftir eru. Viðmerkjast skal tó at Tjaldur ikki hevur tapt nakran av teimum níggju dystinum, ið higartil eru spældir í landskappingini.