Evropeiski Mannarættindadómstólurin hevur góðkent, at Bretland kann senda tann umstrídda islamistiska prædikumannin Abu Qatada til Jordan, har hann er ákærdur fyri yvirgang. Abu Qutada hevur roynt at forða fyri, at hann verður sendur til Jordan, men dómstólurin gav í dag bretsku myndugleikunum viðhald.
Úrskurðurin ger, at teir bretsku myndugleikarnir kunndu halda fram við málinum, og gongst sum ætlað, verður Abu Qatada sendur til Jordan, áðrenn teir olympisku summarleikirnir byrja í London.
Tann 51 ára gamli Abu Qatada, sum er jordanskur ríkisborgari, varð tikin í 2002 og sat trý ár í fongsli. Seinni varð hann tikin aftur, men í februar í fjør bleiv hann latin leysur, eftir at ein dómstólur hevði staðfest, at handtøkan var ólóglig.
Abu Qatada hevur tvær ferðir fingið fráverudóm í Jordan fyri yvirgang. Verjar hansara í Bretlandi siga, at verður hann sendur til Jordan, er vandi fyri, at hann verður píndur.










