- Kunnu takka okkum sjálvum

Tað var ein vónbrotin og fámæltur Dánjal Torgarð, sum Sosialurin fekk orðið á eftir dystin í gjár. Hoyvíkingar vóru ikki nóg avgjørdir, og tað kostaði dýrt.

- Vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at vit ikki vunnu.

Vóru tað tit, sum vóru vánaligir, ella hvussu?

- Ja, tað var tað. Sjálvandi skal einki takast frá avrikinum hjá Kyndli. Men tað vóru fyrst og fremst vit, sum vóru vánaligir, sigur Dánjal Torgarð.

Tá liðini hittust í fyrsta umfari í ársins útgávu av hondbóltskappingini vann H71 við heili 14 málum. Men hesir dystirnir kunnu als ikki samanberast, slær landsliðsleikarin fast.

- Kyndil hevur nógv nýtt fólk, og hava av tí sama tikið seg nógv fram. Hetta var ein heilt øðrvísi dystur, men tað broytir ikki, at vit eru vónbrotnir. Hetta var ikki nøktandi, sigur Dánjal Torgarð, sum staðfestir, at hoyvíkingar framvegis hava góðar vónir um finalupláss.