Kunnu taka vápn við í skúla

Frá 1.juli kunnu næmingar í Georgia og Kansas hava vápn við sær í skúla

1. juli koma ofta nógvar nýggjar lógir í gildi í USA og í ár er einki undantak.

 

Millum merkisverdu lógirnar, sum komu í gildi í gjár, er ein lóg í Georgia, sum loyvir næmingum á universitetum, at hava vápn við sær í skúla, so leingi tað er fjalt. Tað er tó ikki loyvt at hava vápn við sær inn í næmingaheim skúlans. 

 

Í Kansas bleiv ein lóg, sum bannar vápnum í skúlum, sett úr gildi. Orsøkin er, at metalldetektorar og økt vaktarhald er sett á øllum skúlum í staðin. 

 

Í Tennessee hevur ein loyvi at hava vápn á sær á almennum støðum so sum bussstøðum og parkum, uttan so, at myndugleikarnir hava sett metaldetektorar og vápnaðar vaktir á staðnum. Tú skalt hava rætt til at verja teg móti fólkum, ið møguliga hava vápn við sær, er grundgevingin. Og í Iowa hevur tú rætt at taka vápnið við tær inn í parlamentið.

 

Ein nýggj kanning í USA vísir, at fólkið er býtt mest sum eftir miðjuni, um hvørt vápnarættindi ella vápnaeftirlit er tað týdningarmesta.