Nú fer eisini í Havn at bera til hjá gomlum og sjúkum at fáa blóðroynd tikna heima.
Sosiala nevnd býráðsins tók trupulleikan upp, og fíggjrnevndin hevur satðfest eitt slíkt samstarv millum Rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum og Tórshavnar kommuna.
Einki verður upplýst um, hvat kommunan skal gjalda fyri skipanina.
Mannagongdin verður, at bert sjúkrahúslæknar og kommunulæknar kunnu bíleggja blóðroyndir gjøgnum Blóðroyndartænastuna. Ein bioanalytikari fer at koyra út til borgararnar.
Skipanin er ætlað borgarum, sum læknin metir vera so sjúkir, veikir og óhjálpnir, at hesi fólk ikki sjálv kunnu fara á rannsóknarstovuna. Skipanin verður bæði fyri heimabúgvandi fólk og búfólk á eldraheimum í kommununi.