- Kunnu tað sama byrja við steypavinnarunum

Eliesar Olsen, venjari hjá Skála, metir at øll lið skulu vinnast hóast alt - eisini Víkingur.

Skála skal í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið á vitjan hjá verandi steypavinnarunum, Víkingi. Eliesar Olsen, venjari hjá Skála, heldur, at lutakastið var gott.


- Jú, hatta var fínt. Tað er gott at fáa steypavinnararnir beinanvegin, tí um vit vinna, so fáa vit eitt lyft víðari í kappingini. Tað hevði verið trupult ímóti øllum liðum, tí øll vilja vinna kappingina. Um ein skal hava nakran møguleika at vinna kappingina, so skalt tú klára at vinna ímóti øllum liðunum, so vit kunnu tað sama byrja við steypavinnarunum, sigur Eliesar Olsen.


Skála er júst flutt upp aftur í Effodeildina, men venjarin heldur ikki, at serligur dentur verður lagdur á landskappingina – eisini í steypakappingini fara teir at geva alt, teir eru mentir.


- Vit ætla at gera tað gott allastaðni, so tað verður bart 100% í øllum dystum, sigur Elisar Olsen at enda.