Um Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, ger sum Kaj Leo Holm Johannesen, so kann hann spara landskassanum nógvar millónir í løgtingspensjónum í komandi tíðum.
Tað var í fjør, at løgtingið samtykti uppskotið frá Kaj Leo Holm Johannesen, sum "normaliseraði" pensjónsviðurskiftini hjá landsstýrisfólki.
Lesið eisini: http://www.in.fo/news-detail/news/aksel-nogv-biligari-enn-anfinn-og-joannes/Aksel nógv bíligari enn Anfinn og Jóannes
Tað fer at føra við sær, at landskassin í komandi tíðum fer at spara nógvar milliónir – hundraðtals milliónir.
Serblaðið »Vinnan«, sum er í Sosialinum í morgin, viðger pensjónsviðurskiftini hjá løgtingsfólkum. Har sæst, at broytingin við landsstýrispensjónunum, sum løgtingið samtykti í fjør, sparir landinum nógvar pengar. Tildømis kostar ein løgmaður nú 1,1 millión krónur í pensjón, um hann situr sum løgmaður í 8 ár. Hann fær 15 prosent av lønini útgoldið í eina pensjónsskipan.
Gamla skipanin var, at løgmaður og landsstýrisfólk fingu tænastumannaeftirløn. Tað kann kosta landinum meira enn 10 milliónir krónur, um ein løgmaður fer frá við pensjón, tá hann er 60 ár og livir til hann er 85 ár.
Løgtingsfólk verða framvegis eftirlønt sum tænastumenn. Tað vil siga, at tey fáa 60 prosent av lønini útgoldið sum pensjón, so leingi tey liva – men alt eftir, hvussu leingi tey hava sitið á tingi. Hava tey sitið í 16 ár, fáa tey fulla pensjón, góðar 22.000 krónur um mánaðin.
Sum støðan er nú, er ikki javnvág millum pensjónsviðurskiftini hjá landsstýrisfólki og løgtingsfólki. Um løgtingsformansskapurin "normaliserar" eftirlønarviðurskiftini, so tey verða sum hjá landsstýrisfólki – og hjá fólki annars, so verða nógvar milliónir spardar á komandi løgtingsfíggjarlógum. Trupulleikin við tænastumannaeftirlønum er, at eingin veit, hvussu nógv tær fara at kosta. Talan er um lógarbundna útreiðslu, sum landskassin skal gjalda. Tá talan er um vanliga eftirløn, sum landsstýrisfólk nú fáa, so liggur eingin fjald útreiðsla til komandi ættarlið at gjalda.
Nýggja løgtingið skal gera ta so nógv umrøddu pensjónsnýskipanina – sum kanska fer at føra til, at pensjónsaldurin hjá vanligum fólki hækkar. Spurningurin er so, um tingfólk eisini fara at hækka sín egna pensjónsaldur – og at "normalisera" sína egnu eftirløn samstundis.