Kunnu spara milliónir um árið

HEILSUVERKIÐ Serlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur, at Heilsuverkið kann spara minst eina millión um árið, samstundis sum tað hevði verið ein stórt framstig fyri sjúklingin

- Føroyska Heilsuverkið kann akkurát sum einki spara minst eina millión krónur um árið.
Tað staðfestir Jóan Petur Davidsen, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hetta er ein sparing, sum liggur beint til høgrabeinið, og sum enntá hevði verið eitt stórt framstig fyri sjúklingarnar, heldur hann.
Men hesin møguleikin verður ikki troyttur, samstundis sum landsstýrismaðurin í heilsumálum gongur runt við ljós og lykt og leitar eftir, hvar hann kann spara nøkur oyru í skipanini.
Føroyska Helsuverkið skal spara næstan 20 milliónir í ár og hesi næstu fýra árini skal Heilsuverkið spara útvið 50 milliónir krónur.
Og Karsten Hansen hevur verið so altráður eftir sparingum, at hann hevur verið til reiðar at fáa alt á gos fyri at spara nakrar fáar hundraðtúsund krónur.
Seinast, hetta hendi, var tá ið hann ætlaði at taka Teistan úr sjúkraflutningin úr Sandoynni og ístaðin dúva upp á tyrluna, fyri at spara 400.000 krónur.

Ov lítið at gera
Jóan Petur Davidsen vísir á, at hann er einasti serlækni í urologi í Føroyum.
Hann vísir eisini á, at sum yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur hann ov lítið at gera.
- Eg kundi saktans átikið mær nógv fleiri sjúklingar, enn eg havi, sigur hann.
Men samstundis sum einasti serlækni í uprologi í Føroyum hevur alt ov lítið at gera, brúka bæði Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið milliónir av krónum upp á at fáa serlæknar í urologi uttanlands til Føroyar at arbeiða við jøvnum millumbilum.
Teir koma so til Føroya nakrar ferðir um árið og eru eina viku, ella so, hvørja ferð, og fara so avstað aftur.
Jóan Petur Davidsen sigur, at hetta eru sjúklingar, hann saktans kundi viðgjørt.
- Hevði tú kunna átikið tær alla viðgerð innan urologi í Føroyum?
- Tað vildi eg næstan trúð. Samstundis havi eg gott samband við urologar aðrastaðni, so tá ið eg eri á skei, ella arbeiði aðrastaðni at dagføra mína vitan, kundi eg saktans tikið á mín kappa at útvega skikkaðar avloysarar ímeðan, sigur hann.
Hann leggur afturat, at útgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er tipp-topp til endamálið.
- Her manglar onki, so heldur ikki i tí sambandinum er nakar vansi,
Hann sigur, at haril kemur, at urologi er ein sergrein, sum saktans kann verða á einum lítlum sjúkrahúsi.
- Men tað kemur ikki fyri, at Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahúsi vísa urologiskum sjúklingum til mín. Eg fái nakrar sjúklingar norðaneftir, men tað eru sjúklingar, sum kommunulæknar vísa til mín, sigur jóan Petur Davidsen.

Jóan Petur Davidsen staðfestir, at høvuðsendamálið og tilverurætturin hjá hjá Suðuroyar Sjukrahúsi er at vera vera akutt-tilbúgving fyri Suðuroynna, tí oyggin er avbyrgt frá meginøkinum, har Landssjúkrahúsið er.
- Men skal tað yvirhøvur eydnast at fáa læknar á sjúkrahúsið at virka, er tað neyðugt at onkur sergrein er á sjúkrahúsunum, so at teir hava nakað at takast við um dagarnar.
- Læknar fáast ikki st støðast á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tá ið útlitini eru, at teir lítið og onki hava at gera uttan at sita hendur og favn og bíða eftir at ein akutt-støða tekur seg upp.
Jóan Petur Davidsen veit væl, at hann verður ikki verandi í allar ævir, men so at duga at leggja onkra aðra sergrein á Suðuroyar Sjúkrahús og at fáa ein serlækna í starv til tað.
- Hetta snýr seg rætt og slætt um, at hava einba smidliga skipan, so at tað tilfeingið, sum er í heilsuverkinum verður gagnnýtt til fulnar.

Eftirsum vit hava eina akutt-tilbúgving á Suðuroyar Sjúkrahúsi, átti politiska skipanin at gagnnytt hana til fulnar við at leggja onkra sergrein á sjúkrahúsið.

- Tað er ikki lætt at forsvara, at ógvusligar sparingar verða settar í verk, sum raka sjúklingarnar, samstundis sum tað tilfeingi, vit longu hava, ikki verður gagnnýtt til fulnar.
Og Jóan Petur Davidsen heldur ikki, at tað er at gagnnýta tilfeingi til góðar, tá ið milliónir av krónum verða brúktar til at fáa urologar uttanlands til Føroya at arbeiða, samstundis sum hann, ið er einasti urologur í landinum, hevur alt ov lítið at gera.
Hann sigur, at hann hevur roynt at gera vart við viðurskiftini, men higartil hevur tað so verið til fánýtis.

Fyrimunur fyri sjúklingin
Yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er sannførdur um, at hevði hann verði brúktur meiri av heilsuverkinum norðanfyri, hevði tað verið ein stórur fyrimunur fyri sjúklingin.
Hann nevnir kanningar fyri bløðruhálskertlinum, prostata.
- At kanna fyri krabbmeini í bløðruhálskertlinum er eitt stórt øki innan urologi.
Sum nú, bíða sjúklingar eina tíð eftir at sleppa til kanningar, tí tað má lagast eftir, nær ein urologur kemur hendavegin.
Tá ið kanningin er gjørd, skal sjúklingurin aftur bíða eftir svarinum, tí tað fær hann ikki, fyrrenn urologurin kemur aftur næstu ferð.
- Tað er ikki ein serliga góð tænasta og hetta kundi eg avgreitt upp á væl styttri tíð. Partvís hevði bíðitíðin at sloppið til kanningar neyvan verið meiri enn eina viku og so hevði tað tikið eina, kanska tvær vikur at fáa úrslitið, sigur Jóan Petur Davidsen.
LES EISINI GREININA: Serlæknarnir skulu miðsavnast í Havn
LES EISINI GREININA:Kundu spart nógvar pengar
LES EISINI GREININA:Má liggja í fastari legu.