Kunnu spara eina milliard

RÚSEVNI Tora vit at seta tiltøk í verk fyri at tálma nýtsluni av rúsdrekka og rúsevnum, kunnu vit spara eina heila milliard í útreiðslum, sigur Miðflokkurin

- Vit skulu hava ein virknan rúsdrekkapolitikk.
Tað verður eitt politiskt krav frá Miðflokkinum eftir løgtingsvalið 29. oktober.
Tá ið Miðflokkurin legði síni politisk mál fram í gjáramorgunin, staðfesti flokkurin, skulu vit samanbera við tøl frá OECD, kostar misnýtsla av rúsdrekka og rúsevnum føroyska heilsu- og almannaverkinum eina heila milliard um árið.
Hetta merkir, at tað hevði verið ein góð inntøkukelda hjá landinum at hert rúsdrekkalógina.
Og kemur flokkurin í ta støðu eftir valið, at hann er við í samráðingum um samgongu, verður tað eitt krav, at tiltøk verða sett fyri at minka um rúsdrekkanýtsluna.
- Verður minni drukkið, verða eisini munandi færri lógarbrot, minni húsaófriður, færri hjúnaskilnaðir, færri sjúkrameldingar, færri ferðsluóhapp, færri ferðsluskaðar og ferðsludráp, færri svikin børn og annars nógv minni av øllum sorgarleikunum, rúsdrekka elvir til.
- Vit hava tikið roykingina í álvara, men rúsdrekka, sum er minst líka skaðiligt, taka vit nóg illa upp á tunguna
Miðflokkurin hevur eisini nøkur boð upp á, hvussu málið skal røkkast
Eitt tað fyrsta tiltakið, sum skal setast í verk, er, at allar almenna veitslur skulu vera rúsríar.
- Hetta verður avgjørt eitt mál, sum Miðflokkurin fer at leggja dent á.
Í Miðflokkinum halda tey at tað kann ikki bera til, at tað almenna gongur undan at skeinkja rúsdrekka og tí skulu øll tiltøk, tað almenna fyriskipar, eisini veitslur, vera rúsdrekkafrí.
- Tað hevði verið eitt gott signal hjá tí almenna til føroyingin, heldur Jenis av Rana.

Atlantsflog alir misnýtarar
Somuleiðis fer tað at verða eitt krav frá Miðflokkinum, at Atlantsflog skal gevast at skeinkja ókeypis fyri ferðafólki.
So vítt tey í Miðflokkinum vita, er Atlantsflog einasta flogfelag í verðini, sum skeinkir ferðafólkinum ókeypis rúsdrekka.
- Flogfarið hjá Atlantsflogi er ein flúgvandi barr og tað vilja vit ikki góðtaka, í hvussu so er ikki so leingi tað almenna eigur í flogfelagnum, staðfestir Miðflokkurin.
Tey halda, at hetta ger sítt til at venja fólk við brennivín og er við til at ala fram misbrúkarar.
Jenis av Rana vísir eisini á, at í Noregi hava summir politiskir flokkar kravt, at skeinkistøð skulu gevast fyrr um máttina at skeinkja.
Les eisini greinina: 1800 føroyingar aftur til arbeiðis og greinina: Fólkaatkvøða um blokkin úr Danmark