- Tá kavin liggur um alt landið, og tey størru børnini gleða seg at fara út at sleða, eru tað nógv foreldur og starvsfólk í vøggustovum sum eru i iva, um tey skulu leggja tað lítla barnið út í vogn at sova.
Tað sigur Gigni, sum veitir heilsufrøði til børn og ung.
- Tað er ringt at seta nakrar neyvar reglur fyri, nær børn kunna fara út í vogn. Men vit vita, at smábørn eru ógvuliga viðkvom yvirfyri kulda.
Gigni vísir á, at smábørn skulu helst ikki leggjast út at sova, tá tað er kaldari enn minus 10 stig, og her í Føroyum skulu vit vera sera varin, tí ofta er vindur og kuldi samstundis.
- Barnið skal vera sunt og frískt. Børn, sum eru ov tíðliga fødd, hava astma bronchitis, afturvendandi millumoyrabruna og hjartasjúku og skulu helst ikki sova úti í nógvum kulda.
Gigni leggur aftrat, at barnið skal vera latið í eftir umstøðunum og í klæðum sum halda upp á hitan.
- Gott er við ullintum klæðum inn at kroppinum, húgvu, vøttum, drakt ella posa og skulu ballast væl.
Mælt verður til, at blæðan verður skift, áðrenn barnið fer út , og vognurin skal setast í lívd fyri vindi, regni og kava.
- Vognurin skal vera vind- og vatntættur, og botnurin skal vera bjálvaður . Skilagott er ofta at hyggja út til barnið, sum ikki eigur at liggja leingi úti ov sova í kuldaveðri.
Gigni mælir til, at børn í mesta lagi liggja úti og sova í tveir tímar, tá tað er kalt og illfýsið í veðrinum.










