Tað er ikki óhugsandi, at teir innibyrgdu námsarbeiðsmenninir í Kili sleppa upp úr náminum í næsta mánað ella umleið ein mánað fyrr enn upprunaliga mett. Nú verður sagt, at ætlanin er at fáa teir 33 menninar upp úr náminum ígjøgnum eitt hol, sum menn fara undir at bora tann 18. september. Hendir einki óvæntað, verður boringin liðug longu tíðliga í november, men trupulleikar kunnu gera, at arbeiðið fer at taka longri tíð.
Teir 33 arbeiðsmenninir hava verið innibyrgdir 700 metrar niðri í náminum síðani tann 5. august. Fjúrtan dagar seinni varð staðfest, at allir vóru á lívi, og síðani hevur verið arbeitt við at fáa teir uppaftur.









