Kunnu skriva FA Cup søgu

Megnar Sheffield United at vinna á Hull í hálvfinaluni, er tað fyrstu ferð siðani 1902, at eitt lið uttan fyri tvær tær ovastu deildirnar er í einari FA Cup finalu.

Megnar Sheffield United at vinna á Hull í hálvfinaluni, er tað fyrstu ferð siðani 1902, at eitt lið uttan fyri tvær tær ovastu deildirnar er í einari FA Cup finalu.

 

Tá venjarin í Aston Villa, Paul Lambert, staðfesti, at flestu Premier League feløgini kundu vera FA Cup'ina fyriuttan, skapti tað stóran harm í fótbóltsverðini.

 

Elsta, og av mongum mett sum besta, steypakappingin var við einum gjørd til óynskt órógv.

 

Men um kappingin veruliga vantar nakað, so hevur Sheffield United givið tað, og tað er kanska lagnunnar speisemi, at tað var League One felagið, ið uppfylti ynskið hjá Paul Lambert.

 

Sheffield United og nýggi venjarin, Nigel Clough, eru farnir í holt við kappingina við upplyftandi hugi, og lønin er ein hálvfinala á Wembley sunnudagin móti Hull City.

 

Megnar Sheffield United at vinna á Hull og koma í finaluna, er tað fyrstu ferð síðani 1902, tá Southampton úr triðju deild gjørdi tað.