Nú fer skjótt at bera til at krevja, at øll, sum arbeiða við børnum undir 15 ár, skulu kunna vísa, at tey hava reina barnaváttan fyri at vera í starvi.
Tað merkir, at tey skulu hava eina váttan frá løgregluni um, at tey ongantíð eru dømd fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn.
Tað eru annars akkurát trý ár síðani, at Løgtingið samtykti at seta eina skipan við barnaváttanum í gildi í Føroyum fyri øll, sum arbeiða við børnum undir 15 ár, bæði lærarar, pedagogar, ítróttarleiðarar og onnur.
Nella Festirstein, deildarleiðari í lógartænastuni hjá løgmansskrivstovuni, sigur, at tað er ein orsøk til, at arbeiðið at fáa lógargrundarlagið til vega, hevur drigið út.
Føroyska lógin um persónsupplýsingar fevnir bara um føroyskar myndugleikar. Hinvegin er løgreglan donsk, men danska lógin, sum loyvir løgregluni at skriva barnaváttanir, er ikki í gildi í Føroyum.
- Tað var rættiliga skjótt, at vit heittu á danska løgmálaráðið um gera uppskot um, at lógin eisini skuldi vera galdandi í Føroyum, sigur Nella Festirstein.
Hon sigur, at hetta arbeiðið hevur drigið út, og at tað er ikki fyrrenn nú, at rættilig gongd er komin á málið.
Hon sigur, at síðst í august fekk lógartænastan á Løgmansskrivstovuni boð úr danska løgmálaráðnum um, at lógin um eina nýggja persónsupplýsingarlóg fyri danskar myndugleikar í Føroyum, er skrivað, og hevur verið til hoyringar hjá avvarðandi pørtum.
- Hoyringsfreistin er akkurát farin og so verður arbeitt víðari við málinum. Danska løgmálaráðið metir, at eitt uppskotið verður klárt at senda føroyskum myndugleikum í vár, sigur Nella Festirstein.
Men síðani skal landsstýrið so aftur leggja tað fyri Løgtingið fyri at fáa tað samtykt. Tá ið tað er samtykt, er lógargrundarlagið til at krevja barnaváttanir, til staðar.
Men tá er hundurin kortini ikki meiri enn hálvbardur, tí tá skal Mentamálaráðið so aftur leggja uppskot fyri Løgtingið um at krevja barnaváttanir.
Og ikki fyrrenn tað er samtykt, ber til at krevja barnaváttanir frá teimum, sum hava við børn undir 15 ár, at gera.
Tað var javnaðarflokkurin, sum á sinni legði uppskotið fyri Løgtingið um at seta eina skipan við barnaváttanum í gildi í Føroyum, og tað varð einmælt samtykt í Løgtinginum.
Og gongst sum ætlað, verður Javnaðarflokkurin størsti flokkur í samgonguni, sum nú skal skipast eftir valið týsdagin. Og tað er lítið, sum bendir á, at støðan er broytt, og tí fer tað neyvan at verða drálað við at leggja endaliga uppskotið fyri Løgtingið, so at skipanin við barnaváttanum verður sett í gildi í Føroyum næsta vár.