Kunnu skipa tvíflokkasamgongu

Sambært nýggjastu veljarakanningini hjá Fynd fær Sambandsflokkurin 10 tingsessir og Javnaðarflokkurin 8. Flokkarnir kunnu tí einsamallir skipa samgongu

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin leggja sjógv til hinar

Í umfatandi veljarakanning, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í seinastu viku, fáa vit eina fyriboðan, hvat ið er í væntu av spenningi í einstøku valdømunum. Gott hálvt triðja túsund veljarar svaraðu um telefon, hvat ið tey ætlaðu at velja á tilstundandi løgtingsvali. Andstøðuflokkarnir, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin gera báðir eitt rimmar hál, og kunnu, um ikki hinir fáa drigið eitt sindur inn aftur og byrgt fyri, skipa tvíflokkasamgongu



Sambandsflokkurin størstur.
Sambandsflokkurin stendur til at gera eitt framúr gott hál. Í kanningini fær hann 10 valdømisvaldar, men av tí, at tað fyri tað mesta lagar seg væl við marginalunum í einstøku valdømunum fær hann ongan eykavaldan. Flestar fær hann í Suðurstreymoy, har tað hesuferð er hansara túrur at fáa 3 valdømisvaldar av teimum 8. Tann triði er tó í harðari kapping við Fólkaflokkin, sum er tann av teimum fýra stóru, sum má lúta, og taka til takkar við einum valdømisvaldum. Í Eysturoy, Vágunum og Suðuroy stendur flokkurin til at fáa tveir valdømisvaldar í hvørjum av hesum valdømunum. Í Eysturoynni er heldur ikki hesu ferð nakar ivi, at so verður, men í Vágunum og Suðuroy er tað meira tepurt. Tað skulu bert heilt fáar atkvøður flytast, so fer annaðhvørt Fólkaflokkurin - ella Javnaðarflokkurin - við næst valda har vesturi. Í Suðuroy kann Javnaðarflokkurin við einum spurti taka hin fjórða valda, so Sambandsflokkurin bert fær hin eina - ella Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, men hjá teimum tykist brekkan heldur drúgv. Hinvegin kann Sambandsflokkurin gera eina vørr í Norðuroyggunum og fáa sær valdømisvalt umboð. Tá verður tað Fólkaflokkurin, ið má bløða, og lata annan av teimum báðum valdømisvaldu, sum teir hava vant seg við at hava. Í Norðstreymoy tykist tað vera vist at flokkurin fær fyrst valda. Hinvegin hevur hann ongan møguleika á Sandoy. Samanumtikið: Í besta føri 11 valdømisvald, í ringasta føri 7, men so fær flokkurin í øllum førum 2 eykavald afturat.

Javnaðarflokkurin stendur seg væl í valdømunum.
Hóast Javnaðarflokkurin fær væl færri atkvøður enn Sambandsflokkurin, og ikki tað nógv meira enn Fólkaflokkurin og Tjoðveldisflokkurin, so er tað næstan optimalt hjá honum. Hann stendur til at fáa 8 valdømisvaldar, og kann við einum hepnum endaspurti koma upp á 10. Javnaðarflokkurin kann við at taka atkvøður frá Sambandsflokkinum í Vágunum og Suðuroy fáa seinast valda í hesum báðum valdømunum. Verður tað úrslitið, fáa vit eina margháttliga støðu, at Javnaðarflokkurin fær 10 valdømisvaldar, meðan Sambandflokkurin kanska bert fær 8, hóast hann í landinum øllum hevur eini 5 % meira. Men tað er ikki vist, at so verður. Tað kann líka væl hugsast, at hann ikki fær fleiri enn 7, tí tann næst valdi í Norðstreymoy, sum hann stendur til at fáa í kanningini, er í harðari kapping við Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Har er ikki meira enn eitt prosent niður til hesar. Teir bitar, hann við vissu kann kanna sær, eru ein valdømisvaldan í Eysturoy, hin fyrra av tveimum í Suðurstreymoy, ein í Sandoy og tveir í Suðuroy. Men annars liggur hann væl fyri at fáa valdømisvaldan í Norðuroyggjum og ein afturat í Suðurstreymoy.

Hjá Fólkaflokkinum kann tað fara báðar vegir.
Fólkaflokkurin stendur til at fáa 5 valdømisvaldar. Tveir í Norðuroyggum, ein í Eysturoy, ein í Suðurstreymoy, har flokkurin so missur ein, og ein í Sandoy, sum vil vera ein framgongd síðani seinasta val. Men tað er tepurt nógvastaðni. Í ringasta føri kann tað enda við trimum, tí Sambandflokkurin liggur framvið at taka annan frá teimum í Norðuroyggum. Uppaftur meiri spenningur tykist vera á Sandoy, har tað er mest sum javnt við Tjóðveldisflokkin, sum óivað fer at stríðast fyri at varðveita mannin. Hinvegin kann Fólkaflokkurin við einum endaspurti í Norðstreymoy, Suðurstreymoy og Suðuroy fáa tríggjar afturat, um alt lagar seg væl hjá teimum. Tvs. 8 valdømisvald tilsamans. Fær Fólkaflokkurin 5 valdømisvald, sum kanningin leggur upp til, so kann hann vænta sær ein eykavaldan, sum so verður bjargingin hjá teimum illa støddu fólkafloksmonnunum í Suðurstreymoy.

Katastrofuval hjá Tjóðveldinum?
Hjá Tjóðveldisflokkinum gongur av skriðuni í kanningini. Hann stendur til at fáa 4 valdømisvald. Verri kann tað næstan ikki ganga. Hesi eru so hinvegin trygg við einum í Eysturoy, tveimum í Suðurstreymoy og ivaleyst einum í Norðuroyggjum. Afturfyri at tað vignast so illa við valdømisvaldum, so fær hann 2 eykavald. Hvat valdømi, ið kann vænta sær lut í hesum, er kortini meira ivasamt. Norðstreymoy tykist vera tað valdømið, sum liggur best fyri, at fáa valdømisvalt tjóðveldisumboð, verða tey ov stutt í kappingini við Fólkaflokkin um næst valda umboðið í hesum valdømi.
Allar súðir eru tó ikki syftar enn. Hjá Tjóðveldisflokkinum kann tað næstan bara ganga betur á valdegnum. Í Norðstreymoy og Sandoy liggur hann væl fyri í kappingini um næst valda - og tað ber neyvan til heilt at avskriva møguleikan í Suðuroy, hóast tað kann tykjast møtimikið.

Báðir miðflokkarnir krúpa inn um tinggáttina.
Veljarakanningar eru mangan ræðulesnaður hjá teimum báðum smá tingflokkunum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Henda kanningin er tó av teimum mildu, tí báðir megna at toga seg upp um gáttina, sum er 3,7 %. Hvørgin teirra megnar at fáa valdømisvaldan, og tað so langtífrá. Men við ávikavist 4,1 og 3,9, so hava teir báðir nøsina oman fyri vatngangin. Men tað er ikki meira enn akkurat so. Við teirri óvissu, sum ræður við tølunum í slíkari kanning, kann tað væl vera, at støðan ikki er so góð, sum hon sær út. Annar spurningur er, hvørt kanning av hesum slag gagnar teimum smáu flokkunum. Veljarakanningar, har landið er tikið undir einum - og tær eru tær vanligu - tykjast at hjálpa teimum hóttu smáflokkunum. Ein tingflokkur, sum er í vanda fyri at detta út á løgtingsvali, fær mangan stuðul frá veljarum, sum tá á stendur, koma teimum til bjargingar. Í hesum førinum, har tað í roynd og veru er talan um sjey kanningar í hvørjum valdømi sær, kann tað væl hugsast at fara at ganga øvugt, tí veljararnir verða leiddir til at brúka sína atkvøðu til at avgera hvønn veg, tað skal fella, tá ið tað stendur á jøvnum millum teir stóru í valdøminum. Kanska serliga í hesum førinum, har teir smáu tykjast tryggir, meðan valdømisvald hjá teimum stóru eru tey hóttu.

Ikki stuttligt hjá Tí Stuttliga.
Hin Stuttligi Flokkurin verður ov stuttur. 2,1 % verður ov lítið. Tað er á heilt góðari leið í Suðurstreymoy, har flokkurin fær 3,5 %, men aðrastaðni í landinum er undirtøkan í lakari lagi. So einki bendir á, at Jóhan í Kollafirði kann vænta sær tingsess.

Verður hetta úrslitið?
Neyvan. Eitt er ovissan, sum er við einari og hvørjari kanning av slíkum slag. Annað er tað, at bæði flokkar og veljarar vilja brúka hesar upplýsingar. Taktiskt ber til at siga. Eisini tá ið tað ræður um veljaran. Eins og tinglimir kunnu broyta støðu frá 1. viðgerð til 3., so kann veljarin gera tað. Og eins og bæði eitt og annað fer fram millum 1. og 3. viðgerð, sum kann broyta støðutakanina hjá tí einstaka tingliminum, so fer mangt og hvat fram undir valstríðnum, sum kann koppa øllum á. Marginalarnir eru smáir, síggja vit, so í prinsippinum kunnu nakrar fáar fluttar atkvøður snara myndini fullkomiliga. Og so er tað tey, ið enn ikki hava tikið støðu. Eins og summir tinglimir stundum boða frá, at tey taka støðu í salinum, sum tað eitur, so eru tað veljarar, sum ikki taka støðu, fyrr enn tey standa í valhølinum. Tey eru nøkur. Umleið eini 10 % kanska hesuferð. Her er ivaleyst mest at fara eftir hjá teimum flokkunum, sum standa til at ganga aftur, meðan teir flokkar, ið ganga fram, hava fingið tað, teir kunnu vænta sær. So tann munur, sum nú er, fer ivaleyst at tódna eitt sindur. Neyvan tað stóra, men tað kann verða avgerandi í einstaka valdøminum, har marginalarnir verða avgerandi.