Kunnu selja Hovsfjørð fyri 87,5 - 200 milliónir krónur

Hereftir skulu alifyritøkur ikki vænta at fáa aliøki fyri einki frá landinum

Í løtuni verður arbeitt við at gera nýggja alilóg.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hvussu ætlanin er at skipa alivinnum framyvir.

 

Og Poul Michelsen sigur, at tað er sannlíkt, at vinnan skal gjalda fyri tey loyvi, landið letur, og at tað fer at verða ein partur av teirri nýggju alilógini.

 

Men hann ásannar samstundis, at tað ringt at seta virði á eitt aliloyvi.

 

Metingar í føroysku alivinnuni eru, at hvørt kilo av alirættindum er vert ímillum 70 krónur fyri kilo og 100 krónur fyri kilo.

Hinvegin meta fíggjarserfrøðingar í Noregi, at rætta virðið er 160 krónur fyri kilo. Men her skal leggjast afturat, at hetta tekur støði í, at aliloyvini eru ikki tíðaravmarkað, og at ongar avmarkingar eru í útlendskum eigaraskapi, og tí verður eitt føroyskt aliloyvi helst minni vert.

 

Poul Michelsen sigur, at Hovsfjørður er eitt dømi um eitt aliloyvi, ið er tøkt.

 

Hann sigur, at tað er eingin ivi um, at nógvur laksur kann alast á Hovsfirði og verður mett útfrá undanfarnum árum, kunnu eini 1.250 tons av laksi alast um árið á Hovsfirði í miðal. Og sostatt kann Hovsfjørður seljast fyri ein prís, sum liggur onkustaðni ímillum 87,5 milliónir krónur og 200 milliónir krónur, sigur Poul Michelsen.

 

Les eisini: Tvinga ikki Bakkafrost at skapa arbeiði í Suðuroy