Kunnu síggja føroyskan film á jólum

26. december og dagar frameftir verður filmurin »Dreymar við havið« aftur at síggja í Havnar Bio.

Filmurin, sum Sakaris Stóra hevur leikstjórnað, varð sýndur í biografi í heyst, og nú útisetar koma heim at halda jól, fáa teir møguleika at síggja filmin.

Filmurin verður nú sýndur við enskum undirtekstum, og tað gevur eisini útlendingum í Føroyum høvi at síggja filmin.

»Dreymar við havið« hevur luttikið á fleiri altjóða filmsstevnum, og næsta ár verða fleiri sýningar kring heimin.