Kunnu renna um eitt ár

Í juli mánaði í komandi ár er nýggja rennibreytin klár at taka í nýtslu. Í dag setti Heðin Mortensen fyrsta spakan í projektið, sum er mett at kosta 18,5 mió kr.

Rennibreyt

Fyri tveimum mánaðum síðani samtykit mentamálanevndin hjá Tórshavnar Býráð, at fara undir ger av rennibreyt á Hálsi. Í dag varð fyrsti spakin settur í projektið, og um gott ár kunnu havnarborgarar og fólk úr landinum annars gleðast um breytina, sum tá skal stnda liðug við tilhoyrandi parkerings- og áskoðaraplássum.
Talan verður um eitt veruligt stadion til frælsan ítrótt, og kunnu flestu frælsu ítróttagreinarnar rúmast á hesum.
Umframt 400 metra rennibreyt við seks breytum, er talan um breyt til 100 metra renning og 110 metra forðarenning. Vatngrøv verður gjørd til 3.000 metra forðarenningina, og øki/breytir til londgarlop, trístøkk, hæddarlop, stangarlop, klingruvarp, hamarkast, spjótkast og kúluvarp verða eisini gjørd.
Fyrsta stigið í verkætlanini er avgrestur, og verður hesin parturin ætlandi liðugur seinast í august mánaði.