Kunnu rógva seg til 100.000 kr.

Team Danmark og donsku sersambondini eru samd um, hvussu bonus-skipanin hjá donskum íðkarum skal síggja út, tá OL verður á skránni komandi summar

OL

 

Vanligt hevur verið, at íðkarar, sum vinna heiðursmerki, hava fingið kontantan pening í bonus, men hetta ætlaði Team Danmark at broyta. Ístaðin hildu tey, at ein skipan við einum listarverki ella møguliga eini pensiónsskipan var rætta modellið at nýta. Stjórin hjá Team Danmark, Michael Andersen hevur tí tosað við fleiri av sersambondunum, og boðini frá hesum eru greið. Nevnliga at tey vilja hava kontantan bonus fyri møgulig heiðursmerki.

- Øll sersambondini vóru samd um, at talan skal vera um kontantan bonus. Hetta tí tey meta, at tað er týdningarmikið, at ein viðurkenning verður latin alt fyri eitt, sum heiðursmerkini eru veruleiki. Og í ítróttagreinum sum eitt nú kappróðri og glíming er eingin ivi um, at íðkararnir merkja væl og virðiliga, um tey fáa t.d. 100.000 kr. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at tað eru pengarnir, sum motivera. Men talan er um eitt stórt herðaklapp til íðkararnar, sigur Michael Andersen.

Mánadagin verður stjórnarfundur hjá Team Danmark, og tá verður endaligu bonus-upphæddirnar ásettar. Danska Ekstra-Bladet veit tó at siga, at upphæddirnar verða øktar í mun til tað, sum áður hevur verið galdandi.

Eitt gullmerki fer væntandi at geva 100.000 kr. Silvur gevur 70.000 kr., og eitt møguligt bronsumerki gevur 35.000 kr., skrivar blaðið. DIF og Team Danmark vóna, at talan verður um eini seks-sjey donsk heiðursmerki við komandi olympisku leikirnar.