Eittbarnspolitikkurin í Kina verður loksins broyttur, aftaná at kommunistiska stýrið í 1979 lóggav, at tess borgarar einans kundu fáa eitt barn. Framyvir fáa borgarar lov at eiga tvey børn. Tað boðar kinesiska tíðindastovan Xinhua frá í dag.
Lógin varð samtykt í 1979 fyri at avmarka sterka fólkavøkstin í landinum, men frá byrjan av, hevur tað verið trupult hjá myndugleikunum at handhevja lógina.
Lógarbroytingin verður framd tvey ár aftaná, at kinverska stjórnin boðaði frá ætlanum, um at slaka um strongu lógina. Tá heittu ein millión borgarar á stjórnina, um at bera so í bandi, at tey kundu fáa eitt barn aftrat.










