Kunnu nú velja borgarstjóra í Klaksvík

Fleiri hundrað fólk hava longu atkvøtt á Internet-Sosialinum, har tað nú ber til at at velja borgarstjóra í Klaksvík

Á heimasíðuni hjá Internet-Sosialinum ber nú til hjá fólki at siga, hvønn tey helst vilja hava sum borgarstjóra í Klaksvík.

Borgarstjórin verður ikki beinleiðis valdur á valinum í november, men á Internet-Sosialinum hava fólk nú møguleikan at siga sína hugsan.

Undan hesum valinum hava nógv fólk luttikið í valinum at velja borgarstjóra í Havn, men tann atkvøðugreiðslan er nú liðug.


Torleif fremst

Fimm fólk eru skotin upp sum borgarstjóri í Klaksvík, og tey umboða hvør sín flokk. Verandi borgarstjóri, Jógvan við Keldu, er ein teirra, og síðani eru evnini Betta Joensen, Torleif Sigurðsson, Karl Heri Joensen, Karsten Hansen og Hilmar Danielsen.

Tey knapt 400 fólkini, sum høvdu greitt atkvøðu, tá hendan greinin var skrivað fyrrapartin í gjár, hava serligan tokka til Torleif Sigurðsson, Jógvan við Keldu og Karsten Hansen, sum eisini verða mettir sum tríggir teir fremstu kandidatarnar til borgarstjórasessin.

Atkvøðugreiðslan heldur fram komandi vikuna.