Kunnu nú taka Merkið við til kappingar

9. februar varð føroyska teakwondofelagið, Hwarang Føroyar, limur í Ítróttasambandi Føroya

9. febrauar varð føroyska teakwondofelagið, Hwarang Føroyar, limur í Ítróttasambandi Føroya.

 

Hwarang Føroyar fer tí úr Dansk Teakwondo Forbund, sum felagið hevur verið limur í, síðani tað varð stovanð, og byrjar nýtt føroyskt tekwondo samband. Ætlanin er síðani at søkja um limaskap í World Teakwondo Federation, sigur Noomi Heradóttir, forkvinna í felagnum.

 

-Hetta er frálíkt, tí nú kunnu vit sum føroyskt felag hava landskapping, og luttaka í DM, EM og OL - og vit kunnu hava Merkið við, sigur hon. 

 

-Hetta hevur møguliga eisini fíggjarligan týdning, men tað vita vit ikki enn, sigur Noomi.

 

Hwarang Føroyar er einasta føroyska teakwondo felag, og høvuðsvenjarin er 12 ára gamli Høgni Kunoy Dávason, sum venur øll liðini. Høgni var bert 10 ára gamal tá Hwarang Føroyar varð stonað, og hevur svart belti í teakwondo. 


Les eisini: 

10 ára gamal byrjar nýtt ítróttarfelagð

og

Høgni til DM