Allar royndir, sum skulu staðfesta, um ein hevur H1N1 virus ella ikki, verða nú gjørdar Í Føroyum. Tað váttar Bjarni á Steig, virkandi Landslækni Frá í dag klokkan 15 og framyvir kunnu vit sjálvi gera kanningar fyri H1N1 virus. Tað boðar virkandi landslækni, Bjarni á Steig, frá.
Hann greiðir frá, at vit frammanundan hava havt útgerðina í Føroyum, men at vit nú hava fingið miðlarnar til at gera kanningarnar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, heldur enn at noyðast at senda royndirnar niður á Statens Serum Institut.
- Hetta merkir at vit nú kunnu fáa svar upp á royndirnar sama dag, har tað áðrenn tók tveir til tríggjar dagar, vísir Bjarni á Steig á.
Í dag varð sætti tilburðurin av H1N1 staðfestur í Føroyum, og Bjarni á Steig váttar, at talan er um smittu á sama strongi sum hini smittaðu ? tað vil siga, at allir tilburðirnir koma frá tí sama. Tí eru vit enn ikki farin á stig 6 í tilbúgving, sum er tað hægsta stigið.
Tilsamans 53 royndir eru tiknar, og av teimum eru seks staðfestir tilburðir. Enn er svar ikki fingið upp á allar, men Bjarni á Steig væntar at svar kemur upp á seinastu royndirnar í morgin.
Men framyvir verða royndirnar altso gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevur fingið góðkenning til at gera hesar royndirnar, og sostatt fæst svar sama dag.









