Kunnu nøkta allan marknaðin

Plattavirksemið, sum byrjaði í Funningsfirði í smáum, hevur á páskum 25 ár á baki.

Hin 13. mars í ár var norska skipið Nordkinn á Funningsfirði við timbri til Sp/f Atlantshav, sum er plattavirkið við stjóranum, John L. Kjeld.

 

Virkið í Funningsfirði keypir plattatilfar til sína framleiðslu úr baltisku londunum, haðani lastin hesaferð kom, og timbur verður eisini keypt úr Ruslandi.

 

Tað er við jøvnum millumbili, at skip eru á Funningsfirði við timbri, og hvussu mong skipini eru gjøgnum eitt ár, veldst um, hvussu stórt virksemið er í árinum.

 

Í Funningsfirði hevur Atlantshav góðar maskinur, sum gera meginpartin av arbeiðnum, og soleiðis er ikki brúk fyri so nógvum arbeiðsmonnum í sjálvari framleiðsluni.

 

Talan er um eingangsplattar, sum føroyska útflutningsvinnan keypir, og tá virksemið er størst, er talan um rættiliga nógvar plattar, sum fara av virkinum í Funningsfirði og út til keyparar.

 

Sp/f Atlantshav hevur við sínum sjálvvirkandi maskinum so mikið stóra framleiðsluorku, at fyritøkan í Funningsfirði saktans kundi gjørt allar plattarnar, sum føroysk vinna hevur brúk fyri.

 

Millum størstu einstøku keypararnar hjá felagnum eru føroysku uppsjóvarvirkini og stóru framleiðsluskipini, og annars hevur fyritøkan viðskiftafeløg kring alt landið.

 

Plattavirksemið, sum byrjaði í Funningsfirði í smáum, hevur á páskum 25 ár á baki.