Kunnu nú halda konfirmatiónir sum áður – næstan

– Hetta er frálíkt, og hetta fer at gera stóran mun hjá kirkjuni, sigur bispur

Jógvan Fríðriksson, bispur, fegnast um, at tað nú aftur fer at bera til at fáa fleiri fólk í kirkju, nú slakað verður í koronutilmælunum.

Tað segði hann við Deg og viku í kvøld.

– Hetta fer at gera stóran mun hjá kirkjuni, og vit fáa rímuliga normal viðurskifti aftur í kirkjuni og fáa fleiri fólk í kirkju, segði hann.

Við nýggju tilmælunum, at tað kunnu savnast upp til 200 fólk í skipaðum samkomum, fer at bera til at halda konfirmatiónir, næstan sum áður.

– Hetta ger allan munin, segði bispur við sjónvarpið.

– Bæði hjá presti at leggja upp til, at konfirmantarnir fáa ein góðan dag saman við sínum avvarðandi, og at vit fáa yvirhildið tær skipanir, sum eru við frástøðu og reinføri.

– Ja, hetta er frálíkt, segði hann.

Bispur sigur, at hetta hevur verið eitt drúgt tíðarskeið hjá øllum, men at tey í kirkjuni eru takksom fyri, at tað hevur gingið so væl.

– Nú vóna vit, at einki kemur aftur av hesum, og at vit skjótt gloyma tað, sum farið er.

– Tað fer at líkjast sær sjálvum aftur við konfirmatiónum – eftir skipaðum viðurskiftum, kanska ikki ordiliga sum vanligt, men fram ímóti, segði bispur.

Kirkjan fer at koma út við boðum um konfirmatiónir, kanska um vikuskiftið.