Teir tríggir jarðfrøðingarnir, sum herfyri fingu forboð fyri at arbeiða í oljuvinnuni á føroyskum og bretskum øki, kunnu nú ótarnaðir taka arbeiðið uppaftur.
Talan er um um teir tríggjar norsku jarðfrøðingarnir í felagnum Sagex.
Hetta eru tríggir jarðrøðingar, sum fyrr hava arbeitt hjá Saga Petroleum.
Men tá ið Norsk Hydro keypti Saga Petroleum, søgdu teir upp og stovnaðu sítt egna felag, Sagex.
Hesir tríggir jarðfrøðingarnir gjørdu avtalu við føroyska oljufelagið, Føroya Kolvetni um ráðgeving í sambandi við oljuvinnuna undir Føroyum.
Men hetta dámdi Norsk Hydro so illa, at leiðslan har gjørdi av at krevja fútaforboð fyri, at hesir tríggir jarðfrøðingarnir tóku lut í oljuvinnuni í Føroyum og í Bretlandi.
Norsk Hydro segði, at tað átti vitanina, sum hesir tríggir jarðfrøðingarnir høvdu og at teir tí ikki kundi arbeiða fyri ein kappingarneyta, siga teir tríggir í einum tíðindaskrivi.
Annars høvdu teir tríggir jarðfrøðingarnir boðað frá sínum ætlanum. Leiðslan í Saga hevði ongar viðmerkingar, men aftaná tók leiðslan í Norsk Hydo so eina aðra støðu.
Og í fyrstu syftu fekk Norsk Hyro viðhald frá einum undirrættí í Oslo, sum samstundis setti teimum trimum jarðfrøðingunum fútaforboð fyri at arbeiða í oljuvinnuni í Føroyum og í Bretlandi.
Men teir tríggir jarðfrøðingarnir skutu dómin inn fyri hægri rætt.
Og tað loystu seg, tí nú hava teir fingið viðhald. Hægri rættur tók fútaforboðið av aftur. Teir tríggir jarðfrøðingarnir kunnu sostatt ótarnaðir taka arbeiðið uppaftur.
Tann hægri rætturin sigur, at teir tríggir hava ikki brotið tagnarskylduna, teir høvdu mótegis Saga, og teir hava heldur ikki upp á nakran máta misbrúkt ta vitan, teir fingu í arbeiðnum fyri fyrrverandi arbeiðsgevaran.
Teir tríggir jarðfrøðingarnir, Terje Hagevang, Hans E. F. Amundsen og Dag O. Larsen, hava allir drúgvar royndir í oljuvinnuni.
Teir siga, at fúta forbðið hevur tarnað arbeiðnum hjá Føroya Kolvetni munandi, men teir gegnast um, at teir nú kunnu taka arbeiðið uppaftur.
Og nú fara teir so afturfyri at leggja endurgjaldskrav ímóti Norsk Hydro.
Teir siga annars, at málið hevur vkt miklan ans og at teir eru takksamir fyri stuðulin, teir hava fingið, eisini aðrastaðni frá enn úr sjálvari oljuvinnuni.
Ikki minst, eru tað feløg og stovnar, sum hava mett hetta sum eitt prinsipp mál um, hvør hevur ognarrættin til vitanarkapitalin og nógv hava stúrt fyri, at hetta málið fór at føra við sær tilvildarlig fútaforboð, sum bæði eru í stríð við siðvenjuna í oljuvinnuni og í vinnulívinum annars.