Kunnu melda til Facebook

Um fólk kenna seg úthongd á Facebook fyri at hava gjørt seg inn á børn, eru ráðini hjá kriminalpolitinum: Meldið síðuna til Facebook

Tað byrjaði við heimasíðuni Steðga pedofili í Føroyum, at onkur var nevndur við navni sum pedofilur.
Navnið varð tikið av heimasíðuni, tí gjørt varð vart við vandan fyri at verða meldað fyri ærumeiðing.
Síðan eru gjørdir afturlatnir bólkar, har bæði nøvn og myndir eru av fólki, sum verða umrødd sum pedofilar.
Tað er annars eisini hent aftur, at nøvn hava verið nevnd á almennu heimasíðuni.
Onkur fólk hava meldað til kriminalpolitiið, at tey eru hongd út, og hetta er lagt fyri løgfrøðingarnar at taka støðu til møguliga skuldseting.
Summi hava rikið fram undir, um ikki politiið kann gera okkurt við at steingja heimasíður, har fólk kenna seg hongd út.
Men so einfalt er tað ikki, tí tað krevur ein altjóða rættarúrskurð.
- Okkara ráð eru, at um fólk kenna seg úthongd, so kunnu tey melda innihaldið til Facebook. Um fleiri fólk gera tað, kundi tað hent, at tey, sum umsita Facebook, taka stigið, sigur Hildur Hentze, virkandi leiðari á kriminaldeildini hjá politinum.
Skulu fólk melda innihaldið, gera tey tað við at trýsta á tannhjólið uppi á síðuni í høgra borði.