Kunnu læra seg føroyskt á netinum

– Hetta er eitt frambrot í føroysknámi, og stórtíðindi fyri útlendingar, ið vilja læra seg føroyskt, sigur Turið Sigurðardóttir, professari á Føroyamálsdeildini

 – Hetta er eitt frambrot í føroysknámi, og stórtíðindi fyri útlendingar, ið vilja læra seg føroyskt, sigur Turið Sigurðardóttir, professari á Føroyamálsdeildini

 

Frá í dag verður gjørligt hjá útlendingum at læra seg føroyskt á netinum. Tað hendir eftir at forritið Faroese Online verður gjørt atkomiligt á tiltaki í stovu 52 á Námsvísindadeildini (fyrr Læraraskúlin).

 

Faroese Online byggir á íslendsku skipanina Icelandic Online, har tú kanst læra teg íslendskt. Í íslendsku skipanini eru seks partar, frá 0 til 5, ið eru lagdir á netið í tíðarskeiðnum 2004-2013. Skeiðið er ment av málvísindafólki á Háskóla Íslands. Skipanin verður atkomulig fyri øll og ókeypis at brúka, og tað gerst bæði á teldu, teldli og snildfon.

 

– Hetta er eitt frambrot í føroysknámi, og stórtíðindi fyri útlendingar, ið vilja læra seg føroyskt, sigur Turið Sigurðardóttir, professari á Føroyamálsdeildini

 

Byrjaðu í 2014

Í 2014 varð avtalað gjørd um samstarvsverkætlan millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya, ið snýr seg um at brúka íslendska tilfarið í einari føroyskari útgávu av skipanini. Arbeiðið at laga Icelandic Online til føroyskt byrjaði so smátt á heysti 2014, venjingarnar vóru umsettar á várið 2015 og arbeiðið við ljóð- og myndaupptøkum byrjaði á sumri 2015.

 

– Vit hava valt at byrja við parti 0 ella Bjargir á íslendskum og Bjargni á føroyskum. Hetta er lærutilfar, ið er ætlað útlendingum, ið einki føroyskt duga frammanundan. Tað, ið lært verður, eru orð og orðingar úr gerandisdegnum, sigur Hjalmar P. Petersen, dr. phil og lektari á Setrinum, sum hevur fingið samstarvið í lag og er verkætlanarleiðari á Faroese Online.

 

Vóna at kunna halda fram

Tað er John Mikkelsen, BA í føroyskum, ið hevur staðið fyri praktiska partinum at flyta Icelandic Online yvir í Faroese Online. Hetta fevnir um umseting og ljóð- og myndaupptøkur. Lærutilfarið er skift sundur í seks kapitlar við á leið 260 venjingum.

 

– Hetta hevur verið stuttligt, spennandi og krevjandi arbeiði, og vit vóna at fáa umstøður at flyta partarnar 1-5 yvir í Faroese Online, sigur John Mikkelsen, ið skrivaði BA-ritgerð um skipanina.

 

Stórt tiltak í Reykjavík

Tiltakið seinnapartin er samskipað við íslendska partin av verkætlanini. Umframt at Icelandic Online verður flutt til annan veitara, so er skipanin nú ment til at kunna brúkast á teldli og snildfon. Í hesum sambandi verður Icelandic Online latin upp á stórum tiltaki í Norrøna húsinum í Reykjavík.

 

Føroyska verkætlanin hevur samsending við Norrøna húsið frá kl. 17, og klokkan gott 17.30 letur Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Faroese Online upp. Eftir tiltakið í kvøld fer setur.fo at kunna um heimasíðuna hjá Faroese Online.

 

Samstarvsverkætlanin, ið eisini fevnir um Finnland, hevur fingið fíggjarligan stuðul frá Nord Plus Vaksin. Føroysku limirnir í leiðslubólkinum hava verið Hjalmar P. Petersen, Malan Marnersdóttir og John Mikkelsen; Sigurð í Jákupsstovu loysti seinni Maluna Marnersdóttir av.

 

Tiltakið í Námsvísindadeildini byrjar klokkan 16.45.