Almenn vitjan
Hoyvík:?Tað var áhugavert at síggja Kirkjubøstólarnar í Føroyum, segði Dávíð Odsson, íslendskur forsætisráðharri, tá hann vitja Fornminnissavni í Brekkutúni í Hoyvík.
?Eg havi hoyrt um hesar fornlutirnar, men havi ongantíð sæð teir fyrr. So tað var stuttligt at síggja teir í sínum rætta umhvørvi, nevniliga á einum føroyskum savni, segði hann.
Hann vísti á, at íslendingar eru ernir av teirra tjóðargripum, gomlu hondskriftunum, sum komnar eru heimaftur. Og hann hann fegnaðist um, at tað bar til at fáa tær aftur frá danska tjóðsavinum.
Íslendingar hava ongan rætt at krevja nakað aftur frá dønum, segði hann, men vónaði tó, at tað heldur ikki fór at verða neyðugt. Hann setti álit á samstarv teirra millum, sum hava skil á slíkum.
Men hann helt kortini, at tað var ikki sørt, at íslendingar kundu læra av føroyingum og dønum í júst hesum málinum við millum øðrum Kirkjubøstólunum. Tí hetta er fyrimyndaligt samstarv, helt íslendski forsætisráðharrin.
Liva av havinum
Íslendingar halda, at teir eiga at standa uttan fyri ES, sigur forsætisráðharrin.
Ísland hevur eina handilsavtalu við ES, sum í síni tíð var sera góð, vísir hann á.
Men Ísland er fiskivinnutjóð, og við tí fiskivinnupolitikki, ES í
dag hevur, ber ikki til hjá Íslandi at gerast limur í felagsskapinum, hóast Ísland roknar seg sum part av europiska økinum, staðfestir Dávíð Oddsson, íslendskur forsætisráðharri.
Hvussu føroyingar skulu fyrihalda seg, ella um hann hevur nøkur góð ráð at geva føroyingum soleiðis, heldur hann, at tí fara føroyingar nokk at finna út av sjálvir.
Tað er annað enn fiskur í havinum, og íslendigar halda, at tað skal gagnnýtast, sum kann. Eitt nú hvalurin, sum svimur í íslandskum sjógvi.
?Tað er heilt galið, at størru tjóðirnar ikki skilja, hvussu umráðandi tað er fyri Ísland og onnur lond her í Norðurhøvum, at vit gagnnýta tað, í havinum býr, tí tað er okkara tilfeingi, sum okkum er givið, og tí noyðast vit at liva av, so leingi vit eru her, sigur íslendski forsætisráðharrin.
Almenn vitjan
Íslendski forsætisráðharin er á almennari vitjan í Føroyum. Vitjanin byrjaði við eini stuttari arbeiðsvitjan mikukvøldið, tá hann var á útnorðurfundi saman við føroyska løgmanninum og grønlendska landsstýrisformanninum.
Í gjár bygjaði almenna vitjanin í Løgtinginum, har Edmund Joensen, løgtingsformaður, tók ímóti.
Seinni fyrrapartin varð farið niðan til Hoyvíkar at vitja Fornminnissavnið, har Símun Arge, landsantikvarur, tók í móti, og Arne Thorsteinsson, fyrrverandi landsantikvarur, greiddi frá savninum.
Tórshavnar Býráð var vertur við morgunmat á middegi, og seinnapartin hitti forsætisráðharrin íslendingar, sum búsitandi eru í Føroyum.
Dagurin endaði við døgurða í Havnar Klubba, har Anfinn Kallsberg, løgmaður, var vertur.
Í dag vitjar forsætisráðharrin eftir ætlan í Suðuroy. Farast skuldi av Havnini við Brimli klokkan trý korter til níggju, og tíðindafundur skuldi vera umborð á veg suður.
Í Suðuroy verður vitjað í Vági, har býrðáðið er vertur við morgunmat, og vitjað verð á Atlantic Seafood.
Flogið verður við tyrlu úr Froðba á flogvøllin, haðani farið verður avstað aftur við Atlantsflog til Íslands klokkan 17.30 í kvøld.










