Kunnu kvinnur brúkast í politikki...

Hendan spurningin fer Siv Friðleifsdóttir, sum er altingskvinna í Íslandi, at svara, tá hon fer at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum týskvøldið, hon kallar »Politikari - ber tað til á høgum hælum?«

Siv Friðleifsdóttir sigur, at svarið er ein uppskrift, sum sigur, hvussu fólk sjálv gerast politikarar, og hvussu til ber at hjálpa øðrum at gerast politikari. Hon hugsar serliga um kvinnurnar.

- Men, sigur hon, menn fáa meira enn so okkurt burturúr at koma og lurta og læra.

Siv Friðleifsdóttir er 47 ára gomul, hevur verið ráðharri í sjey ár, kommunustýrislimur í átta ár, og hon hevur verið í altinginum síðani 1995. Hon er eisini virkin í politiska norðurlendska samstarvinum.

Í Norðurlandahúsinum týskvøldið fer hon at greiða frá, hvussu hon gjørdi, tá hon fór upp í politikk. Hvussu hon valdi sær nøkur mál, sum hon brennir fyri, hvørjum áhugabólkum, hon var í, hvussu hon brúkti networking og heimasíðu sína, hvussu hon svaraði ágangi aftur og, hvussu hon koyrdi á seg sjálva í mótgangi.

Eisini fer Siv Friðleifsdóttir at tosa um, hvussu flokkarnir í Íslandi hava roynt at fingið fleiri kvinnur upp í politikk. Altingið samtykti eitt uppskot hjá Siv Friðleifsdóttur um at seta ein almenna nevnd at virka í fimm ár fyri at fáa kvinnur við í politikkin (samanber Demokratia hjá okkum). Sjálv var hon forkvinna í nevndini til hon gjørdist ráðharri.

Siv hevur myndir frá arbeiðinum hjá kvinnunum í hennara egna flokki, Framsóknarflokkinum, millum annað frá hørðum maktkampum. Myndir eru eisini frá kvinnudegnum í Íslandi, tá kvinnurnar fóru úr arbeiði sínum út á gøturnar at gera vart við javnstøðu.

Fyrilesturin týskvøldið kl.19.00 í Norðurlandahúsinum er almennur, og hann verður á norskum. Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, skipar fyri fundinum.