Kunnu kúvenda einaferð afturat

Tey fara nú at venda spurninginum einaferð afturat, um tey skulu stilla upp

Nú Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið nýggjan formann, kann tað henda, at hann eisini stillar upp til fólkatingsvalið, seinni í ár.

 

Tað sigur nývaldi formaðurin, Jógvan Skorheim, sum tók við, eftir Kára P. Højgaard, sum óvæntað segði frá sær í gjár.

 

Á landsfundi seint í heyst, gjørdi Sjálvstýrisflokkurin annars av, at hann skuldi ikki stilla upp til fólkatingsval. 

 

Men Jógvan Skorheim sigur, at hetta er ein spurningur, hann nú fer at taka upp við leiðsluna í flokkinum einaferð afturat.

 

- Støðan broytist alla tíðina og hetta er ein spurningur, eg fari at taka upp til nýggja viðgerð í flokkinum, sigur hann.   

 

Hann sigur, at tað eru sama um tey stilla upp til fólkatingsval ella ikki, eru tað fyrimunir og vansar við báðum. Tað er eisini ein spurningur um hvat kemur fyrst, løgtingsval ella fólkatingsval.

 

- Eitt, sum talar fyri at stilla upp, er, at so hava vit eina rødd, og eru við í valstríðnum. Hinvegin er vansin við at at lata vera við at stilla upp, at so eru vit burtur av politiska pallinum í eina tíð. Og í ringasta føri kann tað skaða flokkin, serliga um tað er beint uppundir eitt løgtingsval, sigur Jógvan Skorheim.

 

Men spurningurin er eisini um flokkurin skal brúka orku upp á eitt fólkatingsval, samstundis sum at eitt krevjandi løgtingsval er í hondum.

 

Jógvan Skorheim leggur afturat, at skuldi flokkurin broytt støðu, og stilla upp til fólkatingsval, hevur hann ikki til støðu til um hann stillar upp sjálvur, ella ikki.