Er nog góð undirtøka fyri tí, kunnu borgarar í Sunda kommunu krevja at sleppa til fólkaatkvøðu.
Kommunustýrið í Sunda kommunu hevur avgjørt at niðurleggja fimm barnaskúlar í kommununi, nevniliga skúlan í Hósvík, í Hvalvík, og skúlan í Vík, umframt Norðskála-Oyra skúla og felagsskúlan á Oyrarbakka.
Afturfyri skal allur barnaskúlin savnast í einum stórum, nýggjum felagsskúla á Oyrarbakka.
Men skriva minst 30 prosent av fólkinum í eini bygd undir eina adressu, kunnu tey krevja fólkaatkvøðu í bygdini um at varðveita bygdarskúlan.
Men eru tey sinnað av niðurleggja skúlan, fyri at savna allan skúlskapin í kommununi í einum nýggjum felags skúla á Oyrarbakka, skulu tey sjálvandi einki gera.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda Kommunu, greiða frá, hvussu fólk skulu bera seg at fyri at fáa fólkaatkvøðu










