Kunnu koma til Svøríkis

Av og á hevur ljóðað, at fyrrverandi irakski forsetin, Saddam Hussein, møguliga skal í eitt svenskt fongsul, verður hann dømdur sekur, men nú sigur svenski løgmálaráðharrin, Thomas Bodström, at tað hendir neyvan.

Hinvegin hevur hann einki ímóti, at fólk, sum verða dømd fyri krígsbrotsverk aðrastaðni, sita dómin í einum svenskum fongsli. Thomas Bodström vísir á, at fyrrverandi bosniaserbiski forsetin Biljana Plavsic situr í fongsli í Svøríki, og har skal hon sita tey ellivu árini, sum hon fekk í krígsbrotsmannadómstólinum í Haag.

-Vit eru til reiðar at taka ímóti fleiri krígsbrotsmonnum, men tað er kortini avmarkað, hvussu mongum vit kunnu hýsa, sigur løgmálaráðharrin við blaðið Sydsvenskan.