Vónandi verður ein partur av tí stóru upphædd, ið nú verður tikin inn í tilfeingisgjaldi brúkt til at veita óarbeiðsførum fiskimonnum eina rímiliga stuðulsupphædd til jólahátíðina. Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.
Hann sigur, at grunnurin fekk eina játtan upp á 300.000 krónur á Fíggjarlógini, men hon varð strikað í 2011. Men hann minnir eisini á, at longu sama ár staðfesti Johan Dahl, sum tá var landsstýrismaður, at tað var ein politisk avger, at játtanin skuldi aftur á fíggjarlógina fyri 2012 umframt at ein eykajáttan upp á 300.000 krónur skuldi fáast til vega í 2011.
Nú nú seks ár, og tvey løgtingsval seinni, er onki hent uttan tað, at játtanin á fíggjarlógini er komin upp aftur á 100.000 krónur, sigur Kári P. Højgaard.
– Við so lítlari játtan ber ikki til at geva óarbeiðsførum fiskimonnum nakra hjálp, sum munar, sigur hann.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at talið á teimum, sum hava søkt um stuðul úr grunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn, hevur ligið um 50-65 um árið. Men talið á umsóknum, sum verðar játtaðar, er fellandi og í fjør vórðu bara 30 umsóknir játtaðar og stuðulin, sum varð útgoldin, var 134.500 krónur.
Men tað merkir eisini, at hesi bæði seinastu árini, er talið á umsóknum, sum eru gingnar á møti, farið niður í helvt.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at ein orsøk til tað, er, at nevndin fyri grunnin hevur hert treytirnar fyri, hvør kann fáa stuðul. Hinvegin sigur hon, at stuðulin, sum er útgoldin, hevur verið eitt sindur størri enn tað, sum er játtað á fíggjarlógini.
Grunnurin eigur 4,7 milliónir á bók, men nú rentan er so lág, eru rentuinntøkurnar ikki meiri enn slakar 20.000 krónur um árið. Fyri fýra árum síðani var rentuinntøkan 55.000 krónur.
Og hon tekur ikki undir við, at játtanin til grunnin verður hækkað, uttan at grunnurin samstundis verður endurskoðaður ein heildarmeting verður gjørd av honum.
– Tað ræður sum umræður, er, at fiskimenn, sum koma illa fyri av skaða ella sjúku, fáa ein munagóða hjálp og tískil eru fiskimenn nú eisini umfataðir av dagpeningaskipanini og teir verða eisini umfataðir av arbeiðsskaðatryggingingini. Men tað merkir so, at tað verður minni brúk fyri Grunninum Fyri óarbeiðsførar Fiskimenn, leggur Eyðgunn Samuelsen afturat.









