Nú fer Strandferðslan skjótt undir eina talgilda ferðaseðlaskipan, har tað ber til at keypa ferðaseðlar til Teistan á internetinum.
Jóan Petur Abrahamsen, Rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan arbeiðir við eini skipan, har tað skal bera til at keypa ferðaseðil til Teistan á netinum, áðrenn tú fert frá húsum. Tey gera eisini eina app til fartelefonir, soleiðis at tað ber til at keypa ferðaseðil á fartelefonini.
Sostatt skal tað bera til at avgreiða ferðaseðlarnar, longu áðrenn tú fert frá húsum, ella at avgreiða teir á veg á ferjuleguna.
Rakstrarleiðarin sigur, at endamálið er, at nýggja skipanin við talgildum ferðaseðlum, skal vera klár í november.
Serliga verður hetta eitt stórt framstig hjá teimum, sum ferðast við bili, tí nú fer at bera til at bíleggja sær pláss við Teistanum frammanundan.
Sostatt slepst eisini undan at noyðast at seta seg á ferjuleguna at bíða í ævir fyri at fáa pláss, teir túrarnar, væntandi er, at nógv fólk er við.
Men eisini ferðafólk til gongu kunnu eisini bíleggja sær pláss við Teistanum á netinum.
Men rakstrarleiðarin ásannar, at Teistin verður ikki størri fyri tað, um tey fáa eina talgilda ferðaseðlaskipan.
Hinvegin vónar Strandferðslan, at eitt úrslit av hesum verður, at ferðslan av ferðafólki og bilum verður spjatt eitt sindur út á fleiri túrar, tí sum er nú, eru tað einir tveir - tríggir túrar um dagin, har trupulleikar kunnu taka seg upp, tí at Teistin er at fullur, men samstundis siglur hann at kalla skralltómur einar fimm ella seks túrar um dagin.
Teistin førir 180.000 fólk um árið, men við teirri ferðaætlan, sum nú er, kann hann føra tvær milliónir fólk um árið.
Rakstrarleiðarin sigur, at tað er í samband við Teistan, at trupulleikin við bíðitíðum er størstur, so nýggja talgilda ferðaseðlaskipanin verður fyrst sett í gildi fyri Teistan, og síðani verður hon eftirmett fyri at vita, um hin skal setast í gildi á øðrum rutum eisini.










