Kunnu kappast um bronsu

EB/Streymur hevði sínar møguleikar meðan HB spældi sín kjans, tá teir í gjár brustu meistaravónina í Sundalagnum

Øll trý málini fullu fyri steðgin og øll trý innan fyri eitt korter. Eftir friðarliga byrjan við einstøkum málmøguleikum til bæði liðini var tað Sorin Anghel, sum setti hol á, tá stívliga eitt korter var farið. Hanus Eliasen legði innfyri úr høgru og við pannuni stýrdi rumenin bóltin í netið. Frálík byrjan hjá felagsliðnum, sum tó oyðilegði hesa fáar minuttir seinni, tá ein verjuvilla hevði við sær, at Milan Kuljic slapp framat bóltinum og síðani setti hann í málið dygst úti við stongina.

Tá góður hálvur tími var spældur lá bólturin aftur í netinum handan René Tórgarð. Andrew av Fløtum legði innfyri, Rógvi Jacobsen longdi, Páll Mohr Joensen setti í netið og so var HB bráddliga á odda. Teir kundu eisini økt løtu seinni, tá Rókur av Fløtum Jespersen vann nærdyst við verjuleikara, trekti til baklinjuna og legði aftur til Milan Kuljic, men hesaferð tók skotroynd hansara stongina.

EB/Streymur hevði eisini sínar møguleikar. Stutt fyri steðgin tók bólturin tvørtræið, tá Hans Pauli Samuelsen royndi seg úr stuttari fjarstøðu. Beint eftir hetta var tað um reppið at Arnbjørn Hansen fekk høvdið á hornaspark, tá hann stóð púra blankur fyri málinum, men kollfirðingurin var akkurát ov stuttur.


HB undir stórum trýsti

Í fyrra hálvleiki hevði HB bóltin heldur meira, men í seinna hálvleiki var spælbýtið heilt øðrvísi. Stóran part av teimum seinastu 45 minuttunum trýstu EB/Streymur HB bæði nógv og væl, men tá vertirnir so royndu seg móti málinum, var annaðhvørt Tróndur Vatnhamar ella tvørtræið fyri.

Karoly Potemkin hevði tvær naskar royndir á málið, men báðar ferðir bjargaði Tróndur Vatnhamar. Ronnie Samuelsen royndi seg við fínum langskoti, sum málverjin akkurát fekk veittrað út um stongina, og John Heri Dam var uppaftur nærri, tá hann sendi eitt innlegg á tvørtræið.

Meðan Tróndur Vatnhamar dúgliga vísti hvør dugur er í honum, hevði René Tórgarð ikki nógv at takast við. Men einstøku ferðirnar boð vóru eftir honum gjørdi hann tað, hann skuldi. Millum annað vardi hann væl fyri, tá Ólavur í Ólavsstovu gjørdist púra leysur við honum.


Dugdu at dríggja

Allan seinna hálvleik trýsti EB/Streymur tað teir vóru mentir, meðan HB vardi og ansaði eftir ikki at brúka óneyðuga nógva orku, tí battaríini skulu gjarna vera full aftur mikudagin. Tí var tað eisini púra natúrligt, at teir miðskeiðis í seinna hálvleiki tóku Andrew av Fløtum út og settu meiri verjukenda Ólav í Ólavsstovu inn í staðin. Hinvegin undraði tað mong, at EB/Streymur ikki valdi at satsa frameftir við broytingunum, teir gjørdu. Útskiftingin í steðginum, tá Karoly Potemkin loysti Arnbjørn Hansen av, broytti ikki nógv. Tað gjørdu tær báðar seinnu útskiftingarnar heldur ikki. Á miðvøllinum fór Bárður Olsen og Ronnie Samuelsen kom inn, og í høgra borði loysti Rafal Kwiecinski Hanus Eliasen av. Tá allir innskiftingarmøguleikar við hesum vóru brúktir, hevði tað verið ein møguleiki at sent Egil á Bø niðan í álopið, men hetta varð ikki gjørt fyrr enn tíðin var um at vera úti.

Dugdi EB/Streymur ikki at gagnnýta sínar møguleikar ella at fremja røttu broytingarnar, so dugdi HB tað teir skuldu. Teir gjørdu tvey mál, málverjin dugdi at bjarga og so dugdu teir eisini at dríggja tíðina. Hetta og so nakað av hepni gjørdi, at høvuðsstaðarfelagið stóð eftir við øllum í Streymnesi. Við sigrinum hava teir aftur meldað til í heiðursmerkjastríðnum, meðan EB/Streymur hevur meldað pass til gullkrónurnar. Fjarstøðan til NSÍ er níggju stig og til B36 er hon átta stig. Framvegis eru 27 stig eftir at spæla um, men við tí styrki NSÍ og B36 vísa í løtuni er tað óhugsandi, at bæði hesi seta so nógv stig til, at tey lata seg yvirhála. Nú kunnu teir kappast við HB um bronsumerkir í landskappingini og gull í steypakappingini.