Kunnu ikki velja frá vegna átrúnað

Reyði Krossur Føroya ætlar ikki at lata átrúnað seta dagsskrá fyri hvørji flóttafólk koma til Føroya.

Reyði Krossur Føroya ætlar sær at hjálpa neyðstøddum bæði í Føroyum og í sínum heimlandi. Tey fara ikki at spyrja eftir átrúnaðarligari sannføring ella uppruna.

 

- Vit skulu hjálpa øllum neyðstøddum, óansæð bakgrund.

 

Tað sigur formaðurin í Reyða Krossi, eftir at nevndin var á fundi mánadagin. Upprunaliga skuldu tey taka eina felagsstøðu til spurningin um flóttafólk hósdagin í farnu viku, men ringa veðrið forðaði hesum.

 

- Felagsstøðan er tann, at vit eru sinnað at taka í móti flóttafólkum uttan mun til teirra átrúnaðarligu bakgrund, umframt at vit halda áfram við tí menningarhjálp, sum vit frammandundan veita, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

 

- Tað ber ikki til at seta fram religiøs kriterii fyri neyðstøddum. Men tá tað er sagt, so er framvegis tørvur á einari størri tilbúgving í Føroyum, bæði við lóggávum og serkønum, áðrenn vit eru til reiðar at taka í móti flóttafólki, sigur hann.

 

Formaðurin heldur, at við avmarkaðu føroysku fíggjarkørmunum og fólkatalinum, átti politiska valdi at fingið sær íblástur úr Íslandi, hvørjum leiðreglum viðvíkur.

 

- Koma flóttafólk, er sannlíkt, at tey hava tørv á tulkum, sum er ein sera dýr tænasta. Í Íslandi hava avmarkað seg nøkur ávís mál, soleiðis, at tørvurin á fjølmæltum tulkum ikki verður ein fíggjarlig forðing fyri neyðhjálp, sigur Hjalti.