Tórshavnar Kommuna skal ikki tvinga fólk at búgva í miðbýnum í Havn.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur í havn, er ikki samdur við Marin Katrinu Frydal, sum eisini er býráðslimur í Havn, tá ið hon sigur, at nú Tórshavnar Kommuna fer at selja fleiri hús í miðbýnum, skal kommunan krevja, at tey, sum keypa, eisini skulu búgva í húsunum.
Annfinn Brekkstein er grundleggjandi ósamdur.
Hann heldur, at kommunan skal bara selja til hægstbjóðandi og kann ikki tvinga fólk at búgva í miðbýnum.
Fer kommunan at seta treytir við, fer tað at føra til lægri prís, heldur hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví Annfinn Brekkstein annars er ósamdur við Marin Katrinu Frýdal.
Og á leinkjuni niðanfyri ber eisini til at lesa hví Marin Katrina Frýdal heldur, at húsini skulu bara seljast til fólk, sum vilja búgva í teimum.