Kunnu ikki samanbera Sjóvinnubankan og Eik

- Forudsætningerne for en sådan sammenligning er ikke til stede.


Tað skrivar Jørn Astrup Hansen í lesarabrævi í morgun, eftir at røddir hava ført fram, at endurskipanin av Eiki Banka í 2010 kann samanlíknast við endurskipanina av Sjóvinnubankanum og Føroya Banka í 1992-1993.


Í lesarabrævinum grundgevur Jørn Astrup Hansen fyri síni støðutakan við fýra punktum, har hann millum annað vísir á, at í mun til Eik Banka, so fóru Sjóvinnubankin og Føroya Banki ikki á húsagang.


Til ber at lesa lesarabrævið hjá Jørn Astrup Hansen við at trýsta á her.