Kunnu ikki revsast fyri at nokta at gifta samkynd

Føroyskir prestar, sýslumenn og borgarstjórar, sum nokta at gifta samkynd, kunnu ikki revsast, sigur fútin

- Í Føroyum er eingin heimild til at revsa prestar, borgarstjórar og sýslumenn sum nokta at gifta samkynd av átrúnaðarligum orsøkum

 Tað sigur John Kølbæk, fúti.

 

Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur spurt hann um tað -eftir galdandi lóg- ber til at revsa myndugleikar, sum ikki vilja gifta samkynd.

 

Fútin sigur, at hann hevur kannað lógarverkið, men ongastaðni er nøkur heimild at revsa.

 

Í hesum sambandu er er heldur ikki heimild at revsa eftir illa umstríddu grein 266 b í revsilógini.

 

Fútin vísir eisini á, at vil ein sýslumaður ikki gifta samkynd av átrúnaðarligum orsøkum, kann hann fáa onkran annan at gifta parið, kanska ein politist, sum ikki er bundin av átrúnaðarligum, ella øðrum forðingum, í hesum sambandi.

 

Sama møguleika hevur ein borgarstjóri, sum kann fáa ein tænastumann, ella ein býráðslim, at víga eitt par, hann ikki sjálvur við víga.

 

Fútin leggur afturat, at tað er ógvuliga ivingarsamt um hann kann áleggja einum sýslumanni at gifta eitt samkynt par, sum hann av átrúnaðarligum, ella prinsipiellum orsølum, ikki vil víga.