Kunnu ikki noyða nakran á ting

Heini O. Heinesen hevur ikki stórvegis viðmerkingar til abreiðslurnar hjá Finni Helmsdal í Degi og viku fríggjakvøldið. Hann sigur seg skilja væl Finnur Helmsdal, um hann velur arbeiðið á Føroya Barnaheimi og í Tórhavnar Býráð heldur enn tingarbeiðið. Finnur Helmsdal hevði mánamorgunin onga viðmerking til spurningin um hann hevur tikið eina endaliga støðu í málinum um hann fer á ting

Fríggjakvøldið í Degi og viku fekk søgan um, hvørt Finnur Helmsdal fer á ting nýggj bein at ganga á. Finnur Helmsdal førdi fram, at hóast eingin endalig støða er tikin, so hevði bestan hug at taka arbeiðið Føroya Barnaheimi og sessin í Tórshavnar Býráð frammum ein møguligan tingsess.
Grundgevingin var, at hann metti seg ikki hava fingið nóg stóran stuðul í Tjóðveldisflokkinum, og at hetta millum annað kom greitt til sjóndar undir valdystinum í fjør. Hann helt seg ikki hava fingið nóg góðar møguleikar sum valevni at føra seg fram undir valdystinum. Avmarkaðu møguleikarnir var møguliga orsøkin til, at hann gjørdist júst ov stuttur at koma á ting.
Finnur Helmsdal vísti eisini á, at hann var sera glaður fyri sítt arbeiði á Føroya Barnaheimi, og at býráðsarbeiðið í Tórshavnar kommuna eisini hevði stóran áhuga. Finnur Helmsdal er eisini næstur í røðini at koma í Tórshavnar Býráð. Hildur Eyðunsdóttir hevur júst sagt sessin frá sær, tí hon er flutt til Íslands í lestrarørindum, og tískil stendur býráðssessurin eisini Finni í boði.
Sosiala økið, sum er hjartamálið hjá Finni, hevur seinastu árini fingið størri og størri rúmd í kommunalum politikki, og hann førdi fram í Degi og viku, at tað var orsøkin til, at arbeiðið sum býráðspolitikkari eisini lá honum nær.

Ongar avleiðing fyri Finnur Helmsdal
Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til ábreiðslurnar hjá Finni Helmsdal í Degi og viku, um at hann ikki fingið nøktandi møguleikar at føra seg undir valdystinum í fjør.
Heini O. Heinesen sigur bert, at tað vanliga er ein spurningur um pengar og neyðsemjur í flokkinum, og at tað er als ikki ókent fyribrigdi at valevni-eisini í øðrum flokkum enn tjóðveldisflokkinum eru ónøgd við teirra avmarkaðu møguleikar undir einum valdysti.
Hann vil annars ikki blanda seg stórvegis í viðmerkingar hjá Finni, og vísir á, at tað er hansara uppgáva sum formaður í tingbólkinum at halda fast um breiddina á tingmanningini hjá Tjóðveldisflokkinum.
Grundgevingin hjá Finni at hann í løtuni hevur eitt arbeiðið sum hann er sera fegin um, og at býráðsarbeiðið eisini er áhugavert, skilir Heini O. Heinesen væl.
? Í einari stórari kommunu sum Tórshavnar Kommunu eru nógvar spennandi uppgávur hjá býráðspolitikkarunum, og ikki minst á sosiala økinum, so eg skilji væl grundgevingarnar hjá honum, sigur Heini O. Heinesen.
Spurdur um, hvørja avgerð, hann væntar Finnur Helmsdal fer at taka, svarar tingformaðurin, at tað er sjálvsagt fult upp til hann sjálvan. -Tað fer ikki at fáa nakrar negativar fylgir fyri Finn Helmsdal, um hann avger ikki at taka av tilboðnum, og eg persónliga fari ikki verða fornermaður á hann, sigur Heini O. Heinesen.
Spurdur um tað er ein trupulleiki í Tjóðveldisflokkinum, at Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu rætt og slætt ikki kunnu semjast ? og ikki minst, hvussu sosialpolikkurin í flokkinum skal førast, svarar Heini, at vilja altíð verða deildar meiningar um ymisk øki í einum flokki, og tað sær hann ikki sum nakran trupulleika, og tað má verða upp til tann einstaka at taka støðu til, um tað er ein trupulleiki í flokkinum.
Heini O. Heinesen sigur at enda, at tað ber ikki til at noyða nakran á ting. Formaðurin í tingbólkinum hjá Tjóðveldisflokkinum sigur, at tað vanliga verður tikið fyri givið, at tá ein hevur tikið avgerð um at stilla upp, og ein verður valdur, so tekur ein við tingsessinum, um hann býðst.
Spurdur um hann í sínari tíð sum tingmaður kennur nakað annað dømi um, at tingmenn ikki hava valt at taka við sessinum, svarar Heini, at tað eru fleiri dømi um. Hann vísir á, at vanliga verður grundgivið fyri at ein ikki hevur tíð ella at tað ikki liggur fyri, meðan veruliga orsøkin hevur verið at viðkomandi rætt og slætt ikki hevur havt hug til at fara á ting.

Finnur onga viðmerking
Tá vit hittu Finn Helmsdal á máli mánamorgunin um hann hevði tikið eina endaliga avgerð´í málinum, svaraði hann stutt og greitt, at hann hevði onga viðmerking. Nógv kundi tí bent á, at greiða fæst ikki í málinum fyrr enn fríggjadagin, tá Annita á Fríðriksmørk tekur við sessinum sum Mentamálaráðharri.