Skjótt kunnu handlar ikki longur nokta fyri at taka ímóti pengum. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Tíðliga næsta ár fer hann nevniliga at leggja uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at tá ið fólk keypa eina vøru, ella eina tænastu, skulu tey altíð kunna gjalda fyri hana við reiðum peningi.
Tað eru dømi um, at fólk eru ikki sloppin at rinda við reiðum peningi, tá ið tey hava keypt eina vøru, men skjótt kunnu handlar altso ikki longur nokta fyri at taka ímóti reiðum peningi.
Løgtingið hevur akkurát samtykt eina nýggja lóg, har endamálið er at forða fyri peningatvátti. Har er eisini ásett, at størsta upphædd, fólk kunnu rinda við reiðum peningi, er 50.000 krónur. Í gomlu lógini var markið 100.000 krónur, men nú er tað so sett niður í helvt.
Fleiri løgtingslimir stúra fyri gongdini, tí tey halda, at hetta er eitt stig á leiðini fram ímóti tí pengaleysa samfelagnum, har fólk, sum frálíður, ikki longur sleppa at rinda við reiðum peningi yvirhøvur.
Og tey halda, at tann dagin, vit ikki longur sleppa at rinda við reiðum peningi, hava vit mist tað seinasta vit hava eftir av persónligum frælsi, tí so kunnu myndugleikarnir fylgja við hvørjari krónu tú brúkar, hvar hon verður brúkt, og til hvat.
Men Helgi Abrahamsen sigur, at ta støðuna koma vit ikki í, tí stutt eftir ársskiftið, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum ger tað beinleiðis ólógligt hjá handlum at nokta fyri at taka ímóti reiðum peningi.
Hann sigur, at tað okkurt einstakt undantak verður, eitt nú tá ið keypt verður á internetinum, tí tá ber ikki til at rinda við reiðum peningi.
Hesum tóku tinglimir undir við, men onkur heldur, at hundurin er ikki meiri enn hálvbardur. Eitt er at hava krav upp á at sleppa at rinda við reiðum pengum – eitt heilt annað er at fáa fatur á pengum.
Her varð sipað til, at upplatingartíðirnar hjá bankunum verða alsamt avmarkaðar og gongdin er eisini tann, at fleiri og fleiri automatir verða tiknar niður, so nú er tað lættari sagt enn gjørt at fáa fatur á pengum at rinda við.
Helgi Abrahamsen varð spurdur um hetta er ein trupulleiki, ætlanin er at gera nakað við, men hann sigur, at hetta er ikki eitt mál, sum arbeitt verður við.