- Lata vit bara standa til, so gongur tað skeiva vegin, sigur formaðurin í Læknafelag Føroya, Pál Weihe, sum minnir politisku flokkarnar á, at heilsuverkinum tørvar meira pengar.
Felagið hevur í morgun sent politisku flokkunum eitt skriv, har mint verður á fráboðanina frá felagnum fyrr í ár, har ljós varð varpað á læknatrotið í føroyska heilsuverkinum.
Í vár rópti Læknafelag Føroya varskó um støðuna í føroyska heilsuverkinum og vísti á, at talan var um álvarsligt læknatrot og at ov lítil játtan til heilsuverkið.
Læknafelagið hevur síðani biðið ein búskaparfrøðing kannað tølini, og kanningin vísir, at læknatrotið í Føroyum er stórt í mun til onnur Norðurlond og í mun til Europa.
- Bara Grønland er verri fyri enn vit, og okkum tørvar umleið hálvthundrað læknar, sigur formaðurin í Læknafelag Føroya.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Pál Weihe.