Tað er fleiri fyrimunir enn vansar við at lata danska felagið Copydan AVU-Medier virka í Føroyum, og harvið geva teimum møguleikan at umboða allar rættindahavarar innan filmstilfar, ið verður brúkt í undirvísingarvirksemi.
Les eisini: Vilja tryggja gjald fyri upphavsrætt
Tað metir Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum, hóast føroyska felagið Samskifti hevur funnist at avgerðini, ið tey meta kann gerast ein fíggjarligur smeitur hjá føroyskum filmsframleiðarum.
Les eisini: Ynskja ikki danska umboðan
- Um hugt verður eftir hvør er limur í Copydan AVU-Medier, so er ein rúgva av feløgum, hvørs limir eiga rættin til tilfar, ið verður brúkt dagliga í føroyska skúlaverkinum. So er spurningurin um Føroyar anno 2016 skal hyggja burtur frá tí, tí nøkur feløg hjá Samskifti eru ónøgd við tað. Skulu tey svíða fyri, at tað eru nakrar føroyskar fyritøkur, ið føla seg tiknar á bóli, spyr Torkil V. Rassmussen.
Hvørs tað er betri ella verri fyri føroyskar fyritøkur, um Copydan AVU-Medier fær loyvið at virka í Føroyum, er heldur ikki nakað, ið Mentamálaráðið skal taka við í støðutakanina, vísir Torkil V. Rasmussen á.
- Vit kunnu ikki taka atlit til hvussu nógv tað fer at kosta hjá hvørjum felagi at vera limur ella hvat tey fáa burturúr. Vit blanda okkum ikki uppí innanhýsis viðurskiftir hjá Copydan AVU-Medier, men hyggja einans eftir um tey lúka krøvini, ið lógin setir til rættindahavarafelagsskapir. Tað gera tey, so vit kunnu ikki nokta teimum loyvið at virka, tí føroysku filmsfeløgini ivast í onkrum. Tað hevði verið ein løgin grundgeving, sigur Torkil V. Rasmussen.
Les meira um málið í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.











