Helgi Abrahamsen heldur, at Norðurlandaráðið fær trupulleikar, um tað kann góðkenna Palestina sum stat, tá tað ikki kann góðkenna Føroyar
– Verður hetta uppskotið samtykt, so hevur Norðurlandaráðið eitt forkláringsproblem, segði Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, undir orðaskiftinum sum var í Norðurlandaráðnum í gjár.
Tað var tá eitt uppskot um at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat varð viðgjørt, at Helgi Abrahamsen vísti á trupulleikan, sum Norðurlandaraðið kann róta seg í.
–Tað finnast trý sjálvstýrandi øki í Norðurlondum: Føroyar, Áland og Grønland. Hesi londini hava fleiri ferðir søkt Norðurlandaráðið um sjálvstøðugan limaskap í ráðnum, men hava higartil fingið noktandi svar. Tað respekteri eg, segði Helgi Abrahamsen.
– Men um Norðurlandaráðið nú fer at viðurkenna eitt sjálvstýrandi øki í Miðeystri sum stat, samstundis sum ráðið ikki viðurkennir sjálvstýrandi londini í Norðurlondum sum limir, so hevur Norðurlandaráðið eitt forkláringsproblem, tí Norðurlandaráðið eigur fyrst og fremst vera fyri Norðurlond, segði hann.
Tað er Vinstri-grøni bólkurin, har hin føroyski norðurlandaráðslimurin, Høgni Hoydal, er formaður, sum hevur lagt uppskotið fram.
– Men orðaskiftið í gjár vísti, at uppskotið hjá Vinstra-grøna bólkinum hevur lítlan møguleika at verða samtykt, sigur Helgi Abrahamsen.
Fundirnir í Norðurlandaráðnum hesa vikuna eru í Ríkisdegnum í Stokholm.