Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Hóast talan enn eina ferð var um eitt av hesum heiðurligu tapunum, sum tað so ofta verður tikið til, so fekk Jón Rói Jacobsen illa verið ónøgdir eftir dystin í Kaunas mikukvøldið.
- Eg haldi, at vit kunnu vera nøgdir. Vit gera alt tað, sum vit eru mentir, og vit levera allir ein innsats, sum vit kunnu vera ernir av. Men tíverri var tað ikki nóg mikið til stig í dag, segði Jón Rói Jacobsen.
Tað sá út til, at tit vóru merkir av uppgávuni leygardagin. Kendist tað eisini soleiðis á vøllinum?
- Ja, tað gjørdi tað. Vit hava roynt at fyrireika okkum væl við at eta rætt og drekka nógv. Men tað merktist væl kortini. Tað er sera hart hjá okkum at spæla tveir landsdystir upp á fýra dagar. Ikki minst við tí arbeiðsavriki, sum vit gera, so merkist hetta øgiliga væl í dag, segði Jón Rói Jacobsen eftir dystin.











