Kunnu ikki flýggja undan happing umborð

Anfinnur Garðalíð heldur, at happing er størsta spilla, sum kann henda á skipi.

Í nýggjastu útgávuni av felagsblaðnum Mið og Magn, viðgerð formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, happing umborð á skipum.

- Happing er helst hin størsta spillan, sum kann vera umborð á skipi, og í ringasta føri kann ágangurin kennast so øgili­gur, at menn gera av við seg, sigur hann við blaðið.

 

Hann var fyrr í dag gestur í tíðindasendingini hjá Rás 2.

- Happing er ein forferdilig spilla, sum kann vera millum menn umborð á skipi, og hvagar skalt tú flýggja? Tú hevur ongastaðni at flýggja, tí skipið hevur jú sínar avmarkingar, greiðir hann frá. 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Annfinn Garðalíð.