Kunnu ikki bíða eftir dóminum

Reiðari og manning á Lírabergi hava stevnt landsstýrinum eftur endurgjaldi, men vit kunnu ikki bíða eftir dóminum, sigur løgmaður

 - Vit kunnu ikki bíða við at skipa fiskiskapin eftir makreli og sild, til dómurin er fallin.

 

Tað staðfestur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Tinglimirnir úr andstøðuni, Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen, Kári P. Højgaard og Poul Michelsen, hava spurt Løgmann um hann er greiður yvir, at landsstýrið er stevnt fyri at hava umsitið makrelkvotuna ólógliga.

 

Teir spyrja eisini um løgmaður hevur gjørt sær greitt, hvussu farast skal fram, skuldi landsstýrið verið dømt í málinum og tey vilja eisini hava at vita um løgmaður ikki heldur, at tað er rætt at Løgtingið bíðar við at taka støðu til løgtingsmál nummar 26 um serstakar treytir fyri fiskiskapinum, til dómur er fallin í sakarmálinum.


Við hesi lógini í hondini ætlar landsstýrið at skipa fiskiskapin í ár eftir sama leisti sum undanfarin ár.


Men løgtingsmenninir vilja hava at vita um tað er rætt at skipa fiskiskapin eftir sama leisti ár, sum undanfarin ár, fyrrenn tað er greitt, hvussu dómurin fellur.

 

Løgmaður sigur,at hann er greiður yvir stevningina, har Líraberg, og manningin, krevur endurgjald fyri ikki at hava fingið lut í makrelkvotuni fyri 2012.

 

Endurgjaldið er 375.000 krónur í part.

 

Løgmaður sigur, at fyrrenn dómur er feldur í málinum, ber til at siga, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa.

 

Men at landsstýrið er stevnt, kann so ikki føra við sær, at tey skulu bíða við at skipa fiskiskapin til dómurin er fallin, leggur løgmaður afturat.

 

Hann staðfestir, at løgtingslóg nummar 26 snýr seg um gjøld fyri at fiska makrel og norðhavssild og hevur ongan týdning fyri, hvussu kvoturnar verða útlutaðar, tí tær verða útlutaðar eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

- Tí dugi eg ikki at síggja, at málini kunnu samantvinnast og tí skal Løgtingið heldur ikki bíða við at avgreiða málið, sigur løgmaður.


Her kann eisini viðmerkjast, at Løgtingið hevur avgreitt málið í tíðini frá tí, at spurningurin varð settur, til hann varð svaraður.