- Kunnu ikki bera tað einsamøll

Tórshavnar Kommuna kann ikki einsamøll fíggja nýggja innandura fótbóltshøll, heldur Tróndur Sigurðsson.

- Næsta stigið hjá okkum innan ítróttin, tað er at fáa eina innandura fótbóltshøll.

 

Tað segði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, tá ið hann í kavaveðrinum handaði VFF steypi til vinnararnar úr HB á Tórsvølli 31. januar.

 

At fáa eina fótbóltshøll til Føroya hevur verið eitt afturvendandi kjak í Føroyum, men enn eru ongar ítøkiligar ætlanir gjørdar.

 

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur ikki, at fótbóltshøllin hevur verið viðgjørd í býráðnum, og vísir á, at býráðið neyvan hevði verið ført fyri at lyft fíggingina einsamøll.

 

Tó ásannar hann, at tað hevði verið framúr fyri fótbóltin, at fáa eina høll, sum loyvdi fótbóltsvirksemi alt ári.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Trónd Sigurðsson greiða frá